|
|
|
|
|
Nøkur minningarorð um Steinbjørn B. Jacobsen13-04-2012 Sjáldan eru sonn orð fögur
Ein seinnapart á heysti, hugsi tað var í oktober 1977, gráan og samdrignan eins og hesin aprílmorgunin nærum fimm og tretivu ár seinni, kom eg í ørindum fyri 14. september út á Føroya fólkaháskúla at hitta táverandi rektara, rithövundin Steinbjørn B. Jakobsen.
Í fólkaeygum var hann langt síðani knæsettur sum ein politiskur ribbaldur, hóast hann ongantíð hevði verið uppi í partapolitikki. Hampalesarar og rímkærir føroyingar úr öllum málsligum heraðshornum litu á hann sum eina bókmentaliga kjötkvörn, ið gloypti alt sum heilt var og virðiligt í føroyskari yrkingarhevd, mól tað sundur og sputtaði tað út aftur í einari prent-ó-tespulögu fyri og aðrari eftir av hálvtýskum klumpum og smáfranskari sós.
Og so rópti hann hetta upp á skaldskap.
Óreinsettur.
Men sum sagt eg kom út á Háskúlan í ørindum fyri 14. september, nývorðin blaðmaður, og skuldi gera viðtal við Steinbjørn um nýføroyskan skaldskap. Íleiðingin var helst tann at Steinbjørn um hetta mundið, saman vi Debutant-skeið á Biskops-Arnö11-04-2012 Debutantskeiðið verður á Biskops-Arnö 10. – 14. Juni 2012. Ein debuterandi rithøvundur úr Føroyum hevur møguleika at luttaka.
Heilt síðan 1960 hava rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk verið hildin á Biskops-Arnö, og tey hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum.
Í mong ár hevur rithøvundaháskúlin Nordens Biskops-Arnö hvørt summar boðið rithøvundum úr øllum Norðurlondum við á trý norðurlendsk rithøvundaskeið, umframt vanligu háskúlaskeið síni: eitt temaskeið, eitt debutantskeið og eitt námsskeið fyri barna- og ungdómsbókarithøvundar.
Í 2009 var tó einki barna- og ungdómsrithøvundaskeið. Orsøkin var, at broytti stuðulsbygnaðurin við Kulturkontakt Nord (KKN) gjørdi, at Biskops-Arnö ikki kundi fáa stuðul til fleiri enn tvey skeið árliga. Fyriskipararnir valdu at leggja dent á eitt temaskeið og eitt debutantskeið.
Summarið 2011 var einki debutantskeið vegna ætlanir um at niðurleggja hesi skeið, m. a. tí hildið varð, at annað virksemi heldur átti at stuðlast.
Vi Nevndin er skipað23-03-2012  Nývalda nevndin í Rithøvundafelagnum hevur havt sín fyrsta fund, og hevur skipað seg soleiðis:
Helle Thede Johansen, forkvinna Janus á Húsagarði, næstformaður Agnar Artúvertin, skrivari Zakarias Wang, kassameistari Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur
Fleiri mál eru at arbeiða við, men um limir hava hugskot ella ynski um mál, ið teir halda at nevndin skal taka upp, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost.
Blíðar heilsur
Helle Thede Johansen forkvinna
Aðalfundur 201222-03-2012  Sum kunnugt hevði Rithøvundafelagið aðalfund týskvøldið 20. mars 2012.
Ársfrágreiðingin er at finna undir “Felagið”, “Formansfrágreiðingar”
Frágreiðingar frá ymsu nevndunum, sum Rithøvundafelagið hevur umboð í, liggur undir “Felagið”, “Nevndir og grunnar”.
Malan Poulsen takkaði fyri seg og fór úr nevndini. I hennara stað varð Janus á Húsagarði valdur. Carl Jóhan Jensen var afturvaldur. Listaleypurin 12-1313-03-2012
Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar. Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2012–2013.
Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir „Listaleypurin.“ Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknar blað og við hefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.
Ein úrvalsnevnd velur 10–12 verkætlanir, ið fáa 10–40.000 kr. í part at nýta til fi mm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk.
Fyriskipararnir kunnu velja fl eiri enn 12 verkætlanir og avtala fl eiri enn fi mm sýningar fyri serliga nógv umbidnar verkætlanir. Fyriskipararnir skila sær rætt til at velja færri verkætlanir, um støðið ikki verður mett nøktandi.
Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá verk ætlanar leiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas, á hedvig@nlh.fo ella á tel. 210125.
Freistin at søkja er 4. apríl 2012.
Aðalfundur04-03-2012  Ársaðalfundur verður í Rithøvundafelagnum
týskvøldið 20. mars kl. 20.00
Fundurin verður á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbsgøtu 16, Tórshavn
Skrá: 1. Frágreiðing frá farna árinum. 2. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar. 3. Stjórnarval. Tveir nevndarlimir, Malan Poulsen og Carl Johan Jensen, standa fyri vali. 4. Grannskoðaraval. 5. Ymiskt. a. Kjak um hvussu felagið kann gerast betur.
Við vón um góðan fund, har tit koma við hugskotum um, hvussu felagið kann gerast betur.
Vinaliga
Malan Poulsen Forkvinna
Vit leypa frameftir!04-02-2012  Vit vilja hervið gera vart við eitt yrkingakvøld, sum fevnir um alla verðina! Dagurin er: 29. februar 2012 Staðið er: Øll verðin Staðið í Føroyum: Sirkus í Vágsbotni í Havn mikukvøldið tann 29. februar 2012 kl. 19
Vit heita á øll yrkingaáhugað í Føroyum um at leita sær oman í Vágsbotn mikukvøldið tann 29. februar 2012 kl. 19 at luttaka í hesum heimsumfatandi tiltaki, sum hevur deildir í øllum heimsins londum.
Tað er við serstakari gleði, at World Poetry Movement (WPM) /Movimiento Mundiale de Poesia (MMP) hervið kunnger fyri øllum heiminum tað næsta tiltakið, sum eitur: Vit leypa frameftir! / A Leap Forward
Yvirskipaður heimsfyriskipari: MMP – Movimiento Mundiale de Poesia, Medellín, Colombia Fyriskipari í Føroyum: Agnar Artúvertin & Rithøvundafelag Føroya
***
Occupy Wall Street-rørslan, ið byrjaði 17. september 2011, var partur av tiltakinum 100 Thousand Poets for Change hjá World Poetry Movement, og hon setti spíran til tiltakið Vit leypa frameftir! Vit hava sæð ta miklu undirtøku, ið Occupy Wall Street-rørslan fekk. Tað verður sagt um hana, at hon er “ein yrking, sum allir heimsins íbúgvar yrkja í felag,” Røðan til Jóanes Nielsen, ið fekk Mentanarvirðisløn Landsins03-02-2012
Malan Marnersdóttir bar fram kvøðu til Jóanes Nielsen
Háttvirdu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Jóanes Nielsen, skald. kæru virðislønar- og heiðurslønarmóttakarar og kæra samkoma
Takk fyri heiðurin at røða hesa løtu. At tala um og við Jóanes Nielsen, sum nú hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins.
1.
Í yrkingasavninum Naglar í jarðarinnar hús sigur yrkjara-egið:
Tí hangi eg um skaldskapin sum fyllibyttan um fløskuna. Mínar mentaðu lastir góvu mær M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn í 1984. Naglar 21.
Eg loyvi mær at halda, at hetta yrkjara-egið stendur tær nokk so nær, tí tú, Jóanes fekst M. A. Jacobsens júst í 1984. Síðani hevur tú verið í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina, fleiri bøkur tínar eru týddar og givnar út í Danmark og Noregi og hava fingið frálík ummæli har. Og tú hevur fingið starvsløn bæði frá danska og føroyska mentanargrunninum.
Og nú stendur tú fyri skotum her. Mentaðu lastir tínar hava enn eina ferð fingið teg aftur. Onkur kundi k Røðan til Kristian Blak, sum fekk Heiðursgávu Landsins03-02-2012  Gunnar Hoydal bar fram kvøðu til Kristian Blak
Fyrst var tað súlan, sum fleyg vestan fyri Mykines, og har vóru szlangan HansZole og Kolbein og Ólavur Øster og Sharon og Ingolf Patursson og Birita og Maggi og Marita Dalsgaard og Eskil Romme og Jesper Thorup og Karsten Vogel og Ole Wich og fleiri onnur. LP plátan varð tikin upp frá 1.august til 6.september 1977 hjá Milson Zachariasen, og nótar og tekstir kundu fáast hjá einum, sum skrivaði seg Kristian Blak, Husby 6990 Ulfborg.
Haðani var hann komin, tí nýggir fransklærarar vóru arbeiðsleysir í Danmark. Tíbetur fyri okkum, sum tað seinni vísti seg. Ikki tí: Hetta franska mundi vera so sum so at skilja hjá næmingunum, tí tað var blandað við einum málføri, sum heilt týðiliga mundi vera komið úr Jútlandi, heilt har vesturi, har sum aldurnar bróta inn á sandstrendur og sævarvaksnar mølheyggjar. Sjálvur var hann hárfagur um skalla og vangar, og tá hann tosaði, høvdu orðini hug at villast inn í tann prýðiliga skeggvøksturin og koma frá honum aftur meira sum suð og tónar, heldur enn sum franskar máliskur og bendingar.
Men eitt annað var, sum hann dugdi og sum hoyrdist væl. Hann du Jóanes, Kristian og Sakaris heiðraðir15-01-2012
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handar Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgávu Landsins og Virðisløn til ungt listafólk fyri 2011 á Tjóðpalli Føroya, sunnukvøldið 15. januar kl. 20.00. Á tiltakinum vera røður, tónleikur, filmur og upplestur.
“Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðislønir fyri avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Í ár er tað Jóanes Nielsen, rithøvundur, ið fær Mentanarvirðisløn Landsins. Jóanes Nielsen hevur í meira enn 30 ár víðkað og ríkað føroyska bókmentapallin, og latið úr hondum yrkingasøvn, skaldsøgur, greinar og leikrit. Í 1984 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið “Pinnabrenni til sosialismuna”, og í 2002 fekk hann Nordisk Dramatikerpris fyri leikritið “E <
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|