|
|
|
|
|
Marjun Syderbø Kjelnæs - nýtt, flott avrik04-07-2012 Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum.
Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip ? sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.
Væl komin til framløgu fríggjakvøldið.
Mariann Hansen og Mike Viderø framføra leikin TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hevur leikstjórnað.
Seinni lesur Marjun úr savninum, og vit fáa okkum eitt glas av víni afturvið.
Kom og set á vikuskiftið fríggjakvøldið kl 9 við einari góðari innihaldsløtu.
SPROTIN
Innbjóðing Røða til Hanus Kamban á 70-ára degnum28-06-2012 Um skuggar og anti-politiskan politikk
Bergur Djurhuus Hansen
Í bókmentaligari viðgerð verður vanliga munur gjørdur á teksti og verki. Teksturin er konkretur, tí tað er tekstinum, vit sita við, og tað er tekstin, vit lesa. Verkið – óansæð um vit tosa um eitt einstakt verk ella alt verkið eftir ein rithøvund – er abstrakt, tí verkið er tað, vit hugsa okkum til við støði í antin einum ella fleiri tekstum. Tá eg í dag skal siga nøkur orð um ritverkið eftir Hanus Kamban, loyvi eg mær tí at byrja við einum heilt konkretum teksti.
Í savninum Gullgentan, sum kom út í 2010, er ein stuttsøga, nevnd “Saxifraga Nivalis”. Her er inngangurin:
Svanir hava verið at sæð á teimum ovaru vøtnunum, segði Maltusgubbi í morgun. Edward hugsar um hesi orðini, í tí hann tekur pensilin og fer undir, við seigum strokum, at leggja tann svarta litin á hjalsrimarnar. Maltusgubbi hevur biðið hann gjørt hetta arbeiðið tær løtur, ongin skúli er. Maltusgubbi er sóknarstýrisformaður og hevur sjúkrakassan og postin og ein lítlan handil í kjallaranum. Har situr hann nú, men viðskiftafólkini renna hann ikki um koll, og so Hanus Kamban sjeyti19-06-2012 Mánadagin 25. juni 2012 verður rithøvundurin og samfelagsrevsarin, Hanus Kamban sjeyti.
Tá ið Hanus Kamban í 1978 gav út fyrsta stuttsøgusavn sítt “Dóttir av Proteus” var hann longu langt síðani roknaður millum fremstu mentafólk okkara sum týðari, ummælari og viðmerkjari í bløðum og tíðarritum.
Hesi seinastu rúmliga tretivu árini eru fleiri stuttsøgusøvn komin frá hansara hond, umframt greinar, ritroyndir og týðingar og ikki at gloyma ævisøguna um J.H.O. Djurhuus. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í loftmiðlunum. Fyri sjónvarpið gjørdi hann tær minniligu heimildarsendingarnar um Áarstovubrøðurnar báðar, Janus og Hans Andrias. Fyri útvarpið gjørdi hann m.a. ta vælumtóktu sendirøðina um javnaldran vestanhavs Bob Dylan.
Í flestu stuttsøgum sínum fæst Hanus Kamban við samtíðarveruleikan, sosialsálarfrøðisligar trupulleikar. Viðhvørt hevur frásøgnin, eitt nú í seinasta savninum, “Gullgentuni” eitt furðukent lag við myrkum littónum, men yvirhøvur er stílurin royndskygdur, realistiskur, og Hanus dugir væl at l&yacut Bókamessan í Göteborg31-05-2012  Nú er programmið fyri Göteborg bókamessuna almannakunngjørt.
Har stendur millum annað:
Författare från alla de nordiska länderna sätter sin tydliga prägel på Bokmässans seminarieprogram. Från Danmark kommer bland andraSuzanne Brøgger, Hanne-Vibeke HolstochJesper Juul. Från Finland kommer bland andraClaes Andersson, Linda BondestamochMonika Fagerholm, från FäröarnaCarl Jóhan Jensen, och från GrönlandJulie Edel Hardenberg. Från Island kommerSteinunn SigurðardóttirochSjónoch sist men inte minst från Norge:Per Arne Dahl, Erlend LoeochAnne B. Ragde – med många flera!
John S. Myllhamar við nýggjari bók31-05-2012 Nýggj bók, Søgur og lagnusøgur, eftir John S. Myllhamar, er komin út. Í bókini, sum er 132 blaðsíður, eru 10 søgur. Tær flestu eru lagnusøgur.
Nakrar eru veruligar; aðrar eru skrivaðar um hendingar, ið bornar eru á mannamunni gjøgnum øldir og bygdar á eitt nú fólkanøvn og staðarnøvn.
Uppaftur aðrar eru lýsing av, hvussu fólk kunnu og eisini hava havt tað, ið livdu um tað mundið, tá ið viðurskiftini í samfelagnum vóru soleiðis, sum innihaldið í søgunum lýsir.
Øvund, havisjúka, órættvísi og erpni, men eisini góðska, rættvísi, kærleiki og miskunnsemi eru aðaltættir í søgunum.
Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur bókina út.
Jødiskt kabbalistiskt handrit á føroyskum máli31-05-2012 Forlagið Gwendalyn gevur út sera forvitnisligan, hebraiskan bókling við heitinum “Sefer Jetsirah”
Hetta er lítil bók, ið er grundarlagið undir teirri sera gátuføru læruni jødisku kabbalun
Sefer Jetsirah – ið merkir Skapanarbókin – er gematrisk skapanarsøga við støði í fyrstu mósebók og meginteksturin í teirri jødisku kabbaluni. Hetta er tekstur, ið hevur havt sera stóra ávirkan á, hvussu kristindómur, jødadómur og tann vesturlendska vísindin eru ment seinastu tvey túsund árini. Hon er umsett á hátíðarligt og bíbilskt føroyskt mál. Tað er Agnar Artúvertin, ið týtt hevur við sera stórum persónligum innliti og eldhuga fyri hesi fornu læru
Bóklingurin er einans 32 síður, men er sjálvur grundvøllurin undir teirri mystisku doktrin, ið hevur elvt til so nógva pátrúgv, so nógvar gitingar og so nógvan skaldskap upp gjøgnum øldirnar
Sefer Jetsirah fæst til keyps í bókhandlunum fyri 89,-
"Danske Dramatikere" hava kunnandi fund11-05-2012 Í samband við at “Danske Dramatikere” koma til Føroyar at hava ein kunnandi fund um eina felags norðurlendska databasu, fyri tey, sum skriva til pall og film, verður fundir hildin á Tjóðpallin,
Mánakvøldið tann 14. mai kl 19.00.
Soleiðis skriva “Danske Dramatikere” til MÁF:
Kære dramatiker, manuskriptforfatter og nordiske kollega
Vi er i øjeblikket i Danske Dramatikere i færd med at planlægge og forprojektere en dansk/nordisk dramadatabase, en portal med manuskripter til både film og teater.
Formålet med portalen er at udbrede kendskabet til dansk/nordisk dramatik, at digitalisere og bevare kulturarven i dansk og nordisk dramatik samt at markedsføre den dansk/nordiske dramatik.
Det er tanken, at manuskriptforfatterne selv lægger et vist antal manuskripter ind på sitet - og at interesserede abbonnenter, teatre, uddannelsesinstitutioner etc. kan gå ind og læse stykkerne og senere (forhåbentlig) købe opførelsesrettighederne.
Portalen skal indeholde danske, islandske, grønlandske og færøske manuskripter, og der vil selvfølgelig være kontrol med, hvem der går ind og downloader manuskripterne.
Portalen skal også fungere som en synliggørelse af den enkelte dramatiker og manuskriptforfatter, udvalgte præsentationstekster tænke Føroysk umboðan á altjóða bókamessum í 201210-05-2012 Aftur í ár verður átak gjørt føroyskum bókmentum at frama. Føroysk luttøka verður aftur á bókamessuni í Frankfurt í oktober, og sum nakað nýtt verður eisini føroysk luttøka á bókamessuni í Göteborg í september. Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám hava tikið fyrstu stigini í fyrireikingini, og Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava gjørt av at seta pening og orku av til messurnar báðar.
Í nógv ár hava føroysk forløg verið á árligu bókamessuni í Frankfurt. Hetta er heimsins størsta bókamessa, har rættindi verða keypt og seld. Umframt at gera føroyska bókaútgávu sjónliga, hevur luturin hjá føroysku forløgunum serliga verið at keypa rættindi til handrit og at fáa samstarv við útlendsk forløg, bæði á skúlabókaøkinum og til útgávur til børn og ung. Hetta er neyðugur partur av forlagsvirkseminum, um tú skalt fylgja við og lofta tí, sum er uppi í tíðini.
Á bókamessuni í 2 Norðurlendsk virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir01-05-2012
Uppskot um eina norðurlendska virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir hevur fleiri ferðir verið umrøtt, men ringt hevur verið at fáa semju um hetta málið. Millum annað hevur verið borið fram, at tað er óneyðugt, tí bøkur til børn og ung kunnu innstillast til ta verandi virðislønina.
Veruleikin er tó, at tað hendir seg næstan ikki at barna- ella ungdómsbøkur verða innstillaðar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, og tær hava ongantíð vunnið virðislønina.
Tað er neyvan tí, at tær ikki eru eins dygdargóðar og aðrar bókmentir. Vit vita, at tær eru høgt í metum víða um heimin. Bøkur eftir rithøvundar sum Astrid Lindgren, Tove Jansson, Ole Lund Kirkegaard og Jostein Garder verða týddar, lisnar og fáa virðislønir langt út um Norðurlond.
Nógv bendir á, at nevndin, sum tilnevnir og velur út til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, í roynd og veru ikki tekur barna- og ungdómsbókmentir við.
Føroyskar barna- og ungdómsbøkur Sum er, koma árliga 90-100 barna- og ungdómsbøkur út í Føroyum. Av hesum Daniella Andreasen fer til Biskops-Arnö29-04-2012 Sum fráboðað í tíðindaskrivi 11. Apríl 2012, hevur ein debuterandi rithøvundur úr Føroyum møguleika at luttaka á debutantskeiðnum á Biskops-Arnö 10. – 14. Apríl 2012.
Vit hava kastað lut millum teirra, ið hava víst áhuga, og vinnarin varð Daniella Andreasen.
Daniella Andreassen debuteraði í apríl 2011 við prosabókini “Dilemma”. Bókin er um eina unga føroyska kvinnu sum sjálvstilvitað og við stórum dirvi sigur frá síni søgu sum skrivandi føroysk kvinna í 21. øld.
Nevndin ynskir Daniellu góða ferð.
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
>
|
|
|
|
|
|