Eyðun Andreassen
- Føddur 27. februar 1945 í Skúvoy.
- Foreldur: Petur Andreassen av Velbastað, lærari og rithøvundur (1906-87) og Elisabeth f. Kamban úr Havn, lærari (1908-1985). Giftur við Astri Luihn f. 30.3.49 úr Oslo. Dóttir: Maria f.20.10.1984.
- Útbúgving og skúlagongd: Nýmálsligt studentsprógv úr Hoydølum 1964. Hægri Handilsskúlaprógv (HH) 1966. Cand. mag. í fólkaminnisfrøði, etnologi og søgu 974. Mag. art. í fólkaminnisfrøði 1976 á universitetinum í Oslo. Dr. phil. 1992 við universitetið í Keypmannahavn.
- Arbeiði: Lærari í fólkaskúlanum, arbeiddi á handilsvirki í Havn, o.a.m. Í Útvarpi Føroya (tveir til tríggjar mánaðir um árið 1969-1976) og á myndablaðnum Magn (1978-79). 1977-78 adjunktur við universitetið í Keypmannahavn. 1979-81 stipendiatur hjá Statens Samfundsvidenskabelige Forskningsråd í Keypmannahavn, skjalavørður á Landsskjalasavninum til 1988, lektari á Fróðskaparsetri Føroya 1988-1994. Síðani tá professari sama stað.
- Nevndir: Hevur verið næstformaður og formaður í Fróðskaparfelag Føroya. Nevndarlimur í Dansk-Færøsk Kulturfond í 12 ár. Nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya í eitt ár. Er limur í Nordisk Forskningspolitisk Raad og Formaður í Granskingarráðnum síðan 1999.
Útgávur
Úr søgn og søgu
Føroya Skúlabókagrunnur 1986.
Fjernsyn på Færøerne
Tórshavn 1981
Folkelig offentlighed
En undersøgelse af kulturelle former på Færøerne i 100 år. Doktararitgerð. Museum Tusculanums forlag, København 1992.
Føroyskur dansur – ein stutt lýsing
Tungulist. Tórshavn 1996.
Traðarbókin
Kvæðabókin hjá Tróndi á Trøð. Tungulist. Tórshavn 1999.
Greinir og partar uppi í bókum
Havi skrivað eina nøgd av greinum um mentanarlig evni. M. a. í tíðarritum sum:
- Tradisjon (Oslo).
- Sumlen (Stockholm).
- Arv (Stockholm).
- Politica (Århus).
- Nord Nytt (København).
- Skúlablaðnum (Tórshavn).
- Brá (Tórshavn).
- Norðurlandahúsinum í Føroyum (Tórshavn).
- Kulturkontakt (Alta).
- Fróðskaparritum og í ymsum bókum, t.d. Folklore och nationsbyggande i Norden (Åbo 1979).
- Rekkedanse-Linjedanser (Stockholm 1979).
- Nordatlantiske foredrag (Tórshavn 1991).
- Gammaldans i Norden (Stockholm).
- Frændafundi (Reykjavík 1993).
- Encyclopädie des Märschens (Freiburg).
- Pertti J. Antonen (red.): Making Europe in Nordic Contexts. NIF. Turku 1996.
- Torunn Selberg (red.): Nostalgiogsensationer. Folkloristisk perspektiv på mediekulturen. Åbo 1995.
- Ritsstjórnarvirki. Í blaðstjórnini á BRÁ (1981-1992).
- Petur Andreassen: Skúvoyar søga I-II (ritstjórnað og givið út saman við Hanusi Andreassen og Ólavi Clementsen).
- Mortan Nolsøe: Kvæðagreinir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavn 1988.
- Fróðskaparrit nr. 42, 1994, fyrilestrar av kvæðaráðstevnuni heima á Sandi. Ritstjórnað saman við Rannveig Winther.
Ritstjórnarvirki
- Visions and Identities. Proceedings of the 24th. International Ballad Conference of the Kommission für Volksdichtung (Société Internationald d´Ethnology et de Folklore).
- Fyrilestrar og framløgur á altjóða kvæðaráðstevnu í Tórshavn á sumri 1994.
- Tungulist. Tórshavn 1996.
Týðingar
- Einar 15-20 útvarpsleikir, sum hava verið sendir í Útvarpi Føroya.
- Sjónleikurin Mítt vár í heyst eftir Odd Selmer. Framførdur á Strondum og á Tvøroyri.
- Danny á fuglaveiði eftir Roald Dahl. Havi lisið hana í Útvarpinum 1993-94.
- Heksirnar eftir Roald Dahl. Havi lisið hana í Útvarpinum 1994-95.
- Einstakar stuttsøgur.