Bookmark and Share    
 

Unreadable Stories



UNREADABLE STORIES

Hevur tú hug at skriva eina søgu, men heldur teg ikki duga og als ikki á føroyskum, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
 
Skriviskeiðið ”Unreadable Stories” vendir seg til tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum, tí haðani eru flestu av nýggjastu borgarum okkara komnir.

Undirvíst verður á føroyskum, men luttakararnir kunnu skriva á egnum moðurmáli; Phasa Thai ella Filipino. Tulkar verða hjástaddir á skeiðnum.
 
Skeiðið er skipað við fleiri smærri skrivivenjingum, sum hava til endamáls at geva íblástur og veita amboð til skrivingina hjá skeiðsluttakarunum.

Inn ímillum lesa vit/tulkarnir tað upp, sum vit hava skrivað. Á tann hátt síggja vit margfeldni í hugflognum. Ongin tekstur líkist, hóast uppgávan var nett tann sama. Vit inspirerast av hvørjum øðrum og skilja, at har eru ongi onnur mørk, enn tey vit sjálvi seta okkum.
 
 
Skeiðið verður í Norðurlandahúsinum, Eysturi Ringvegur, Tórshavn
 
10. og 11. november 2018 kl. 10:00 - 16:00.
 

KOSTNAÐUR

500 kr. fyri skeið, tilfar, matur og drekka.
Avmarkað pláss er - í mesta lagi 12 luttakarar.
 
Luttakaragjaldið skal rindast á konto 9181-1670095, tá ið tú hevur fingið váttan um luttøku.
 
Seinasta freist at melda til er sunnudag 4. november 2018.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn