Bookmark and Share    
 

EBBA vir­isl°n 2019

Trygvi Danielsen fekk EBBU 2019

Á almenna samkomu í Býarbókasavninum, 20. mai 2019, var tað TRYGVA DANIELSEN, ið fekk handað EBBU-virðislønina 2019 og hervið 25.000 kr.

Grundgeving fyri at lata heiðurslønin til Trygva Danielsen var:

Trygvi Danielsen hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur.

Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.
 
Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.

Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur
og kravdur.

Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist. Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað.

Rithøvundafelag Føroya ynskir Trygva hjartaliga til lukku.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn