Mentanarnáttin í Hans Andriasar húsi

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Mentanarnáttin í Hans Andriasar húsi

Mentanarnáttin í Hans Andriasar húsi

4. juni 2025 · Rithøvundafelag Føroya

Mentanarnáttina, fríggjadagin 6. juni 2025, hevur Rithøvundafelagið opið hús í Hans Andriasar húsi frá kl. 19.00.

Øll eru vælkomin inn á gólvið, hoyra um virksemi hjá Rithøvundafelagnum, síggja gomlu húsini hjá einum av tjóðarskøldunum, Hans Andreasi Djurhuus, og annars bara sita og práta.

Tú kanst eisini kunna teg um, hvussu tú gerst limur og hví tú sjálvandi skal vera limur í rithøvundafelagnum, um tú ert høvundur.

Frá kl. 21.00 verður Ritsalon:

Hesir høvundar lesa úr egnum verkum:

Rói Patursson, Svanna Jákupsdóttir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Rannvá Haldisardóttir Glerfoss, Oddfríður Marni Rasmussen.

Aftaná er gólvið opið fyri ein og hvønn at lesa upp egnar tekstir (í mesta lagi 5 min í part).

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)