Bookmark and Share    
 

Biskops-Arn÷

Heilt síðan 1960 hava verið hildin rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk á Biskops-Arnö, sum hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum. Í mong ár hevur rithøvundaháskúlin Nordens Biskops-Arnö hvørt summar boðið rithøvundum úr øllum Norðurlondum við á trý norðurlendsk rithøvundaskeið árliga, umframt vanligu háskúlaskeið síni: eitt temaskeið, eitt debutantskeið og eitt námsskeið fyri barna- og ungdómsbókarithøvundar.

Í 2009 vóru tíverri útlit fyri, at tað bara fór at verða hildin tvey av hesum nevndu skeiðum. Orsøkin var, at broytti stuðulsbygnaðurin við Kulturkontakt Nord (KKN) hevði við seg, at Biskops-Arnö ikki kundi søkja um stuðul til fleiri enn tvey skeið árliga. Fyriskipararnir valdu tí at leggja dent á eitt temaskeið og eitt debutantskeið, og tí var einki barna- og ungdómsbókarithøvundaskeið tað árið. 

DEBUTANTSKEIÐ

Skeiðið fyri debutantar verður hildið árliga í juni mánað. Freistin at tilnevna eitt fólk til hetta skeiðið er vanliga 15. apríl. Úr Føroyum sleppur ein luttakari við og er tað nevndin hjá Rithøvundafelagnum, ið bjóðar ein føroyskan debutant  plássið. Ferðing, uppihald og skeið er ókeypis fyri luttakaran.

DEBUTANTIR

Fylgjandi hava síðani 2014 verið á debutantskeið á Biskops-Arnö:

2014 Trygvi Danielsen

2015

2016

2017 (Anna Malan Jógvansdóttir)

2018 Lív Maria Róadóttir Jæger

2019 Beinir Bergsson

 

Lesast kann um Biskopa-Arnö her.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn