Bookmark and Share    
 

Svenskt mentanartiltak Ý Nor­urlandah˙sinum

2011-11-03 00:15
Sunnudagin tann 20. november (eina viku eftir Bókadagin 2011) verður yrkinga- og tónleikaframførsla við skaldskapinum hjá svenska yrkjaranum Tomas Transtrømer, ið vann Nobelheiðurslønina í bókmentum 2011 - sum fyrsti norðurlendingur síðan 1974 - í Norðurlandahúsinum
 
Tiltakið byrjar kl 18:00 og varar til umleið kl 20:00
 
Tað verður Leif Olson, ið fer at bera yrkingarnar fram. Hann er vinmaður hjá Tomas Transtrømer og hevur lisið upp úr hansara skaldskapi bæði kring Svøríki og ymsa aðrastaðni í Evropa. Framførsluna kallar hann: "Diktlesning och musik. Dikter av Tomas Transtrømer, t.ex. ur hans diktsvit Østersjøar, med kommentarer. Musiken er vald dels med tanke på Transtrømers teman dels med hensyn till hans egna musikval."
 
Klaverleikarin Lars Hagglund spælir Frantz Liszt, og Bjørn J:son Lindh spælir egnar útsetingar av yrkingunum
 
Kostnaðurin er 100 kr fyri vaksin, og 50 kr fyri lesandi
 
(vinaliga berið yvir við vantandi svensku bókstavunum)
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn