Bookmark and Share    
 

Norsk sjˇnvarpsr°­ tikin upp Ý F°royum

2011-11-02 23:55
Í 2009 vórðu upptøkur gjørdar í Føroyum til ta norsku sjónvarpsrøðina "Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í øllum ruðuleikanum?" eftir teirri sera vælumtóktu norsku skaldsøguni við sama heiti. Høvundin eitur Johan Harstad
 
Skaldsøgan um Buzz Aldrin snýr seg um Mattias, sum er føddur sama dag sum amerikanarir fóru upp á mánan í 1969. Unnusta hansara ger tað liðugt, og hann og ein vinmaður fara ein túr til Føroya at vera í eina tíð, har Mattias upplivir mangt og hvat
 
Hetta verður eisini eitt tíðarskeið, tá alt av álvara skramblar saman fyri Mattias. Ferðin til Føroya gerst ein langur roadmovie um hansara knústa hjarta og sinn, ein søga um at missa seg sjálvan burtur í ruðuleikanum, um rúmdina og Buzz Aldrin, Gjógv og Café Natúr, um svenskan popptónleik úr nítiárunum, og um Føroyar meinlíkt einum mánalandslagi
 
Men eisini um at minnast alt tað, sum er hent seinastu árini, tí hvussu finna vit nakra meining við tilveruni, tá alt rapar?
 
Tað stóð at lesa um hesa sjónvarpsrøð í føroyskum bløðum - Dimmalætting gjørdi til dømis nokkso nógv burturúr. Men tað er løgið, at Dimmalætting ikki vildi nevna, at skaldsøgan langt síðani er týdd til føroyskt og varð givin út á forlagnum Eksil í desember 2009
 
Tað er norski leikstjórin Geir Henning Hopland, ið leikstjórnar sjónvarpsrøðini. Framleiðari er Yngve Sæther, og Pål Sverre Valheim Hagen spælir Mattias
 
Vit føroyingar gleða okkum sera nógv at síggja sjónvarpsrøðina - vónandi verður hon at síggja í føroyskum sjónvarpi - og ímeðan hava vit møguleika at lesa bókina, og á føroyskum enntá. Hon fæst í flestøllum bókhandlum og kostar 198,-
Føroyski týðarin eitur Agnar Artúvertin
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn