Bookmark and Share    
 

Bˇkadagur Ý Nor­urlandah˙sinum 13. november

2011-11-02 23:38

Sunnudagin tann 13. novembur verður árligi bókadagurin hjá Rithøvundafelag Føroya. Tiltakið verður frá kl 14 til 18 í Norðurlandahúsinum. Skráin er fjølbroytt og áhugaverd, við góðum upprunaføroyskum tilfari, bæði til børn og vaksin. Umframt føroyskar rithøvundar luttaka eisini útlendskir gestir.

Fyrst á skránni er annar gesturin, sum greiðir frá um fyrstu bókaútgávuna um dansispøl í Føroyum, og aftaná koma dansifeløg at framsøra dansispøl.

Síðani verður barnabókatiltak, har lisið verður úr teimum nýggjastu føroysku upprunabókunum. Parturin til tey vaksnaru byrjar við rithøvundasamrøðu, har tosað verður við hin gestin, danska rithøvundan Peter Laugesen og Jóanes Nielsen um teirra samstarv um yrkingasavnið "Smukke fejltagelser". Eftir hetta lesa høvundar upp úr nýggjastu bókum sínum

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn