Bookmark and Share    
 

MENTANARSTUđUL

2011-09-29 10:38

Tvær ferðir um árið, um várið og um heystið, er møguleiki at søkja um stuðul frá mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, og freistin at søkja mentanarstuðul í heyst er fríggjadagin 7. oktober kl. 12

Stuðulin verður veittur einstaklingum og feløgum í kommununi til tiltøk, ið verða hildin at hava týdning fyri mentanarlív kommununnar.

Einki umsóknarblað er, og umsøkjarar skriva tí sjálvir eina frágreiðing um tiltakið ella verkætlanina, søkt verður um stuðul til.

Fyri at fáa stuðul, skal vera sýnt í verki, at álvara er aftan fyri tiltakið. Grundgevast skal fyri umsóknini, og fíggjarætlan/roknskapur eigur at fylgja við umsóknini, so metast kann um studningstørvin hjá viðkomandi felagi, luttakara ella persóni.

Umsóknir skulu sendast til:

 

Tórshavnar kommunu
Postsmoga 32
110 Tórshavn

Teldupostur: torshavn@torshavn.fo

Kelda: www.torshavn.fo

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn