Bookmark and Share    
 

RITLISTA┌TB┌GVING

2019-05-14 10:53
 
Í heyst bjóðar Setrið, sum nakað nýtt, eina 2-ára diplomútbúgving í listarligum arbeiði. Veljast kan í hesum umføri millum tveimum breytum: Tónlist ella ritlist.

Útbúgvingin verður 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig. Tað merkir at tey lesandi partvís fyglja einum føstum lestrarlista og partvís sleppa at seta sína egnu skrá – at arbeiða við egnum verkum.

RITLIST

Á ritlistaleiðini fevnir ástøðiliga partin um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentum og bókmentafrøði. Undirvíst verður í eitt nú narratologi, frásagnarhættum, stíllegum, neyvlesing, ymiskum sløgum av teksti og skriving umframt týðing.

Egna arbeiðið gevur studentunum høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika.
 

Framtíðarmøguleikar

Diplomprógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið - førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.

Freist

Freistin at tekna seg er 1. juni 2019.
 
Nærri kunning og tilmelding: Setrið
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn