Bookmark and Share    
 

Steinprent gevur út tvær megnarbøkur

2014-05-22 21:21
Móttøka í Steinprent


Mikudagin 28.mai klokkan 16-18 verður móttøka í Steinprenti í sambandi við útgávu av bókunum við ritroyndum hjá Søren Ulrik Thomsen og myndum hjá Claus Carstensen, sum Steinprent gevur út: Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Hetta eru tvær bøkur, sum í óvanligan mun eru merktar av góðsku. Ja longu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er dygd, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannir bókaelskarar. Góðskan følist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva upp til innihaldsligu dygdina.Tað snýr seg um tvær bøkur. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum, hon eitur Lille Dæmonologi, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie, Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grundini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvdinum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari.Báðir listamenninir tykjast áhugaðir í trivialmentanarligari ikonografi og psykologiskum grundsøgum, eitt nú allýsir Søren Ulrik Thomsen temaið í flestum ræðufilmum at vera eitt slag av afturkomu hjá tí fortrongda, og Claus Carstensen tykist vera inni á júst hesum sama í sínum variatiónum av myndum, sum m.a. eru gjørdar við íblástri í myndamálinum hjá heavymetalbólkum. Við sínum serstaka áhuga fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur. Tungmálmsrokkur snýr seg ofta um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt í ein næstan barnsligan mun í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka áskoðaran. Myndirnar hjá Claus Carstensen eru nógv meira tilvitaðar enn tað og tær eru eisini meira enn bert illustratiónir av nøkrum ritroyndunum. Talan er um sjálvstøðug listaverk, sum snúgva seg um somu evni sum tekstirnir viðgera. Føroyaprent og Steinprent hava í felag prentað bæriligu bøkurnar. Øll er hjartaliga vælkomin til móttøkuna, har til ber at keypa bøkurnar fyri introduktiónsprís, sum er 900 krónur fyri settið. Báðir listamenninir verða til staðar í Steinprenti.
Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn