Bookmark and Share    
 

Kom og les - uppstart

2014-03-29 12:15

Sunnudagin 30. mars klokkan 15 letur Bókahúsið eftir Sámal Blak upp í Norðurlandahúsinum, og hetta er samstundis startskotið til spennandi barna- og ungdómsbókafestivalin Kom og les.

- Vit vilja sleppa at vísa fólki rúgvuna av føroyskum bókum fyri børn og ung – bæði upprunaføroyskar og umsettar. Tað hevur stóran týdning, at vit øll lesa, tí bøkur geva okkum góðar upplivingar, og vit fáa eisini nógv at vita, tá ið vit lesa, sigur arbeiðsbólkurin, sum er mannaður við umboðum frá NÁM, Rithøvundafelagnum, Býarbókasavninum, Tjóðpallinum og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Veiða vind-køka
Og sunnudagin verður bókafestivalurin skotin í gongd við røðum, tónleiki og Veiða vind-køku, og tey vitjandi sleppa inn í Bókahúsið, sum er sett upp í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Við Bókahúsinum hevur Sámal Blak hegnisliga sameint eini heilt vanlig hús við 24 upprunaføroyskar barnabøkur. Longu á veg inn í húsini hitta vit tvær kendar bókaverur, nevnliga Pingelipongin í postkassanum og lítla skrímsl, sum er koyrdur í stóra ruskílæti uttanfyri. Fyri at koma inn í húsið, mást tú gleiva upp um Fløtu kaninina, sum er kroyst niður í mottuna beint innan fyri dyrnar. Og soleiðis heldur ferðin fram inn í eitt litríkt, stuttligt og spennandi bókaheim, har gerandislutir, figurar, ljóð og ljós eru við til at stimbra allar sansir.

Uppgávuheftið hjálpir til
Fyri at hjálpa teimum vitjandi at finna allar bókaverurnar er ein spurnarhefti gjørt við løttum og einføldum spurningum, soleiðis at øll kunnu vera við – sjálvt tey vaksnu. Eisini er ein hugnaligur lesikrókur skipaður við bókum úr Bókahúsinum.

Skúlar fáa vitjan av rithøvundum og sjónleikarum
Alla næstu viku heldur ‘Kom og les’ fram. Tá fara rithøvundar og sjónleikarar út á skúlar at lesa upp, práta um bøkur og hava verkstovur við næmingum. Millum annað kunnu næmingar sleppa at gera eina bók og hoyra, hvussu ein og sami tekstur ljóðar, tá ið hann til dømis verður borin fram á ein syrgiligan, stuttligan ella spennandi hátt.

Ókeypis endabrestur í Norðurlandahúsinum
Endabresturin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl frá klokkan 13-17, tá ið øll kunnu koma og hoyra og uppliva bøkur. Hendan dagin verður millum annað barnabókakonsert við Jensinu Olsen, ymiskar verkstovur, ævintýrstova, brot úr sangleikinum ‘Sangur í mjørka’, Bókahúsið, upplestur, fyrilestur, samrøður, avdúkan av vinnaranum av skrivikapping og mangt annað. Og tað besta av øllum er, at alt hetta er púra ókeypis.

Fleiri upplýsingar um bókafestivalin finnur tú millum annað á facebook-síðuni ‘Kom og les’.

Skráin er eisini at finna her.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn