Bookmark and Share    
 

Bergur R°nne Moberg Ý Nor­urlandah˙sinum

2014-03-03 19:32

Týskvøldið 4. mars 2014 kl. 19.30 fer Bergur Rønne Moberg at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum.

Fyrilesturin snýr seg bæði um føroyskar bókmentir innanhýsis og sambandið millum gongdina í føroyskari bókmentasøgu og megintættir í vesturlendskari hugsan.

Innanhýsis viðurskifti sum stríðið fyri málsligum, mentanarligum og politiskum sjálvstøði verður sett í samband við, hvussu føroyskar bókmentir brúka henda samtekstin í móttøkuni, týðingini og tulkingini av rákum uttaneftir. Serliga verður hugt at føroyskum bókmentum sum eina ikki-metropola og staðarhugsandi tilgongd til modernitet (t.d. alheimsgerð) og modernismu.

Eitt sindur Um Berg Rønne Moberg:

Bergur Rønne Moberg (fyrr Hansen) er føddur í 1965, uppvaksin í Kollafirði. Hann er útbúgvin magistari í norðurlendskum á Københavns Universitet, seinni bleiv hann eisini ph.d. Hann starvast sum eksternur lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab.

 "Á langbylgju" er fyrsta yrkingasavnið hjá høvundinum, sum í mong ár hevur verið kendur sum ummælari og greinskrivari.

Fyrilesturin er í Skálanum er almennur og ókeypis.
 
Norðurlandahúsið
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn