Bookmark and Share    
 

Debutant-skei­ ß Biskops-Arn÷

2014-02-19 13:30

Debutantskeiðið á Biskops-Arnö verður 9. – 13. Juni 2014. Ein debuterandi rithøvund úr Føroyum hevur møguleiki at luttaka.

Heilt síðan 1960 hava verið hildin rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk á Biskops-Arnö, sum hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum. Debutantskeiðini byrjaðu í 1962.

í 2013 luttók Halldóra Dam á debutantskeiðnum og hon hevði nakrar serstakar, góðar og inspirerandi dagar. “Staðið sjálvt er ótrúliga vakurt, umhvørvið søguligt og fyrireikararnir dugnaligar, fittar og hjálpsamar. Spennandi var at hitta fólk úr hinum norðurlondum, og hoyra hvat tey fingust við, og hvussu tey vóru komin har til í skrivingini, sum tey nú einaferð vóru komin,“ segði Halldóra aftaná. Restina av hennara frágreiðing kann lesast her.

Hevur tú hug/møguleika at luttaka verður tú biðin um at siga Rithøvundafelagið frá umvegis teldupost, rit @ rit.foí seinasti lagi fríggjadagin 22. mars. Um fleiri tekna sær, verður luttøkan avgjørt við luttakasti.

Nærri kunning er at lesa í skrivinum, vit hava fingið frá Nordens Biskops-Arnö her.

 

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn