Bookmark and Share    
 

Startup Tˇrshavn - listaligar- og kreativar vinnur

2014-01-08 18:03

Føroyingar eru heimsmeistarar í list og at vera kreativ. Tó eru vit ikki heimsmeistarar í at selja okkara list og kreativu vørur. Íverksetarahúsið fer, saman við KreaNord undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, Vinnuframa og vinnulívinum at gera nakað við hetta! Vit ynskja, at okkara listarfólk og kreativu heilar í Føroyum eisini skulu vera best í at selja og útflyta sína list, vøru og tænastu.

Vikuskiftið 17. - 19. januar skipar Íverksetarahúsið fyri einum Startup Tórshavn vikuskifti í hølinum hjá granskingarsetrinum iNova. Endamálið við tiltakinum er, uppá eitt vikuskifti at arbeiða við hugskotum inna list- og kreativar vinnur - frá hugskot til sølu.

Startup Tórshavn hevur listaligar- og kreativar vinnur sum tema. Tó ynskja vit at síggja nógv ymisk fólk, við ymiskum førleikum. Øll listafólk og kreativ fólk eru vælkomin at luttaka við teirra hugskotum, fáa íblástur og ráðgeving, og møguliga aftaná hetta vikuskiftið byrja teirra egnu fyritøku. Somuleiðis vija vit fegin at administrativ fólk, sølu og marknaðarfólk, fólk við áhuga fyri list og kreativiteti eisini luttaka. Endamálið við at samla ymisk fólk er, at skapa synergi og samvinnu, við at fólk við ymiskum førleikum arbeiða saman um at menna ein gróðrarbotn fyri listaligar- og kreativar vinnur til sølu og útflutnings.

Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 17 januar kl. 18 við fyrilestrum um íverksetan og innovatión, við støði í list og kreativum vinnum. Seinni um kvøldið verður brainstormað, har luttakarnir leggja fram teirra hugsanir og hugskot. Bólkar verða síðan skipaðir við ymiskum fólkum, sum intensivt arbeiða alt vikuskiftið við teirra hugskoti. Sunnudagin seinnapart, tann 19. januar, verða hugskotini løgd fram fyri einum dómara paneli, sum velur besta hugskotið.

Vinnandi hugskotið fær ráðgeving úr ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa til eitt virði áljóðandi kr 50.000,-.

Tað er ókeypis at luttaka á Startup Tórshavn, og Íverksetarahúsið bjóðar morgunmat, frokost, døgurða og kaffi allar dagarnar. Send ein teldupost á is@is.fo og boða frá luttøku, ella ring 459700, um onkur spurningur er:

Íverksetarahúsið
Garðavegur 57
FO-700 Klaksvík
Tel. 459700
www.is.fo
is@is.fo

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn