Bookmark and Share    
 

Vi­merkingar frß ritstjˇra

2013-11-28 16:29


Fyrilestur hjá Marnu Jacobsen, ritstjóra, í sambandi við ”Bókadagar 2013” í Norðurlandahúsinum, hósdagin 21. november 2013:

Forlagsritstjóri

Tað finnast ein rúgva av forløgum í Føroyum, men flestu teirra eru forløg, har ein persónur gevur eina bók ella nakrar bøkur út. Tað eru ikki nógv forløg í Føroyum, har fleiri fólk arbeiða við handritum fyri at geva tey út í bók, men eg kann nevna fimm, sum geva rættiliga fitt av bókum út hvørt ár. Tað eru forløgini Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur studentafelagsins.

Nám og Fróðskapur eru forløg, sum geva yrkisbøkur út. Nám gevur skúlabøkur út til fólkaskúla og miðnám, og Fróðskapur gevur í høvuðsheitum bøkur út, ið byggja á vísindaliga gransking. Nám hevur ritstjórar í starvi, umframt at tey brúka fólk annars úti á skúlunum sum ráðgevar og annað. Fróðskapur hevur eina nevnd, sum metir um fakliga stigið og sendur eisini síni handrit út til fólk, sum tey meta hevur fakliga vitan til at gera metingar av handritum, sum tey geva út. Sostatt brúka bæði hesi forløgini ritstjórar í arbeiðinum at geva bøkur út. Tað er eisini sjálvsagt, tí útgávur sum hesar, ið skulu brúkast í undirvísing ella skulu endurgeva gransking á ymsum økjum, mugu lúka harðar treytir fyri at kunna verða brúkt.

Øðrvísi er við tí fagurfrøðiliga skaldskapinum, har vit mangan hava hug at halda, at tað ikki er so átroðkandi at viðgera slíkt sum skaldsøgur, stuttsøgur ella yrkingar, vit hava kanska hug at halda, at um rithøvundurin hevur gávur at skriva, so nýtist ongum uttanfyristandandi at koma at blanda seg uppí. Soleiðis hugsa vit kanska her í landinum, men ikki aðra staðni, har tað sita fólk á forløgunum og meta um og arbeiða við handritunum saman við rithøvundanum. Tað halda rithøvundar eisini vera púra natúrligt ...

Tak fyrilesturin niður her

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn