Bookmark and Share    
 

Bˇkadagar 2013 - tilmelding

2013-11-03 13:00

Við ynskinum um at geva føroyskum rithøvundum størri møguleikar fyri menning og íblástri, samstundis sum sterkari alment ljós verður sett á føroyskar bókmentir, verður á fyrsta sinni skipað fyri bókadøgum yvir 4 dagar, frá 21. – 24. november 2013.

Tveir dagar við verkstovum
Fyrstu tveir dagarnir, hósdagur 21. og fríggjadagur 22. november, eru ognaðir høvundum og øðrum, ið arbeiða við at skriva ella myndprýða. Skipað verður fyri fimm ymiskum verkstovum, umframt fyrilestrum. Luttakararnir fáa høvið at skifta orð um hugskot og royndir, samstundis sum tey kunnu fáa vitan og íblástur.

Verkstovurnar eru:

  • Skriviverkstaður, v/Oddfríður M. Rasmussen og Nina Malinovski
  • Portrett, v/Nils Thorsen
  • Poetry Slam, v/Bárður Persson og Sissal Kampmann
  • Orð og myndir, v/Janus áHúsagarði og Lena Ulf-Frolander
  • Orð og Tónar, v/Petur Pólson

Verkstovurnar eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðindafólkum og fólki øllum, ið hava áhuga at skriva og lesa.

Tilmelding fer fram umvegis www.bokadagar.fo har nærri kunning eisini er at finna.

Gevið gætur at seinasti freist at melda til er 10. november 2013.

Rithøvundafelag Føroya

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn