Bookmark and Share    
 

Skrivikapping - 9. flokkur

2013-11-02 18:10


Við íblástri úr Álandi skipa Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám fyri skrivikapping millum allar næmingar í 9. flokki í Føroyum við tí endamáli at eggja ung at vera skapandi við orðum.

Felagsevnið hesa ferð verður GLUGGI. Allir tekstir kunnu vera við í kappingini: Tað kann vera yrking, sangtekstur, stuttsøga, uppskrift, hugleiðing, brúkaravegleiðing ella sjónleikur. Tað kann vera veruleiki eins væl og nakað úr egnum hugflogi ... Einasta mark er, at teksturin í mesta lagi er 7200 tekn, t.e. umleið 3 A4 síður.

Kveikingardagur
9. flokkarnir í øllum landinum verða bodnir til ein spennandi kveikingardag í Norðurlandahúsinum tann 24. januar 2014, har kendir føroyskir rithøvundarnir, Sólrún Michelsen, Petur Pólsson, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Marjun S. Kjelnæs og Rakel Helmsdal hava verkstovur. Hvør næmingur fær møguleika at verða við í tveimum verkstovum.

Eftir kveikingardagin arbeiða næmingarnir 3-5 tímar í skúlanum, har lærarin kann geva íblástur til at koma í gongd, og síðan arbeiða næmingarnir hvør sær við sínum teksti. Tekstirnir skulu sendast við telduposti til skrivikapping2014@skulin.fo í seinasta lagi 17. februar 2014.

Vinningar
Ein dómsnevnd finnur fýra vinnaratekstir umframt 18-20 tekstir til ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags fara at geva út í felag. Avdúking av vinnarum og “bókaútgáva” verður á bókadegi í Norðurlandahúsinum 5. apríl 2014.

1. og 2. vinningur er skriviskeið eina viku á Biskops Arnö í Svøríki summarið 2014 við 1250 kr. í lummapengum.

3. og 4. vinningur er eitt árshald í Bókaklubbanum UNG.

Kunningartilfar verður sent skúlunum í hesum døgum.

Meira fæst at vita í faldaran og á www.snar.fo/skrivikapping2014.

Rithøvundafelagið
Norðurlandahúsið
og Nám.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn