Bookmark and Share    
 

Rakel Helmsdal tilnevnd

2013-10-20 12:00

Á bókamessuni í Frankfurt í farnu viku vórðu tilnevningarnar til Astrid Lindgren heiðuslønina almannakunngjørdar.

Nevndin í Rithøvundafelag Føroya hevur í ár avgjørt at tilnevna Rakel Helmsdal til heiðurslønina. Í grundgevingini hjá nevndini stendur millum annað, at Rakel Helmsdal í mong ár, heilhugað og virkisfús, hevur skapað søgur til børn og ung, og at hon, við hesum søgum, hevur latið ein heim upp fyri teimum, har hugflogið eingin mørk hevur. Dentur verður eisini lagdur á tann stóra týdning undirvísing hennara í kreativari skriving hevur havt fyri ungar høvundar, og hvussu hon í heilum brýtur upp úr nýggum, seinast við at stovna sítt egna marionetteatur.

Meira kann lesast um Astrid Lindgren heiðurslønina her

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn