Bookmark and Share    
 

Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð

2013-10-20 12:00


Nú um dagarnar gav Forlagið Búgvin út 16. bókina, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur latið úr hondum á egnum forlagi, síðan hann fór úr starvi vegna aldur.

Bøkurnar eru:

  • Kraft av nýggjum (týðing, endurprent) 1996
  • Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1 1997
  • Úr Gjáar søgu - Barnaminni 2 1998
  • Úr Gjáar søgu - Gamla tíðin 1 2000
  • Úr Gjáar søgu - Gamla tíðin 2 2001
  • Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu (bind I-V) 2006
  • Hin heimurin 1 2008
  • Hin heimurin 2 2009
  • Mær er sagt um ein stað (sálmar og stuttlestrar) 2010
  • Hin heimurin 3 2011
  • Føroysk sálmaløg (eftir Knút Olsen) 2012
  • Úr Gjáar søgu og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð 1 2013

Á lívdarkápuni á seinastu bókini stendur m.a. at lesa:

"Petur Jacob, ið nú er farin um tey 80, er millum teirra, ið minnist bygdir, sum stóðu í besta blóma, tá ið hann troddi sínar barnaskógvar, men sum nú - stívliga hálva øld seinni - tykjast bløða so líðandi burtur.

Tað munnu tí vera nógv, ið undrandi spyrja, hvat ið hent er bygdunum - og hví?

Svarið á henda fjølgreinda spurning fær lesarin vónandi í tveimum bókum um ta nýggju tíðina, sum Petur Jacob er væl á veg at hava skrivað...

Henda bókin, sum nú er komin í handlarnar - saman við seinna bindinum, sum vónandi kemur í 2014, lýsir týdningarmiklar tættir í Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð, har serliga verður roynt at greina, hví fleiri bygdir og oyggjar í landinum nú eru á fallandi fóti".

Forlagið Búgvin

Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn