Bookmark and Share    
 

Bøkurnar á breddan í fýra dagar

2013-10-21 12:00

Sum kunnugt skipar Rithøvundafelag Føroya í samstarvi við Norðurlandahúsið fyri bókmentadøgum í november. Í heili fýra dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verkstovur, kjak, framsýningar, konsertir og nógv annað spennandi - alt við støði í skrivaða orðinum.

Bókadagarnar eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðindafólkum og fólki øllum, ið hava áhuga at skriva og lesa.

Tilmelding fer fram umvegis www.bokadagar.fo har nærri kunning eisini er at finna.

Rithøvundafelag Føroya

Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn