Bookmark and Share    
 

8. bˇk av ritverki SÝmunar av Skar­i

2013-10-18 11:45
Í 1998 fór Forlagið Fannir undir at geva út ritverk Símunar av Skarði "Streingir, ið tóna":
 
1. bók: "Yrkingar", 1998,
2. bók; "Søguligar greinir, skaldskapur og søga", 1999
3. bók: "Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður, ummæli", 2000
4. bók: "Søgur og ævintýr", 2001
5. bók: "Víggja-Glúms søga", 2002,
6. bók: "Vár" og "Víkingarnir á Hálogalandi" (sjónleikir), 2003.
7. bók: Kristmann Guðmundsson: "Strondin bláa", týdd skaldsøga, 2004 (1937)
 
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, hevur ritstjórnað verkinum, og nú hevur hon greitt til útgávu 8. bókina: ”Ískoytis- og yvirlitsbind”.
 
Turið er professari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Í innganginum í hesi seinastu bókini í røðini, sigur hon m.a.:
 
"Útgávur, sum vísa til heimildir og upplýsa um upprunan hjá tekstinum, handrit og fyrri útgávur av tekstinum, eru neyðug amboð, tá ið arbeitt verður við at kanna tað, sum einstakir høvundar hava yrkt og skrivað, og seta høvundar, skaldaverk og tekstir inn í størri søguligt høpi."
 
Bókin verður løgd fram á samkomu í Rasmusarstovu á Føroya fólkaháskúla
hósdagin 24. oktober kl. 16.
 
Forlagið Fannir
 
Árni Dahl
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn