Bookmark and Share    
 

Mentanarvir­isl°nir ver­a handa­ar

2013-09-18 10:47

Tórshavnar kommuna handar hósdagin 19. september 2013 kl.17 Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn. 

Tilsamans fimm virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Tvær Barnamentanarheiðurslønir verða latnar.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Maria H. Olsen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 19. september, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

 

Kelda: Tórshavnar Kommuna

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn