Bookmark and Share    
 

Bˇkadagar 2013

2013-09-05 19:45

Í heili fýra dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verkstovur, kjak, framsýningar, konsertir og nógv annað spennandi - alt við støði í skrivaða orðinum. Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum í samstarvi við Norðurlandahúsið, skipar fyri bókmentadøgunum, ið eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðindafólkum og fólki øllum, ið hava áhuga at skriva og lesa.

Rithøvundafelag Føroya hevur í nógv ár stílað fyri bókadegi, har føroyskar bókmentir hava verið settar á breddan. Aloftast hevur dagurin verið skipaður við upplestri, bókasølu og stundum pallborði.

Við ynskinum um at geva føroyskum rithøvundum størri møguleikar fyri menning og íblástri, samstundis sum sterkari alment ljós verður sett á føroyskar bókmentir, verður nú á fyrsta sinni skipað fyri bókadøgum yvir 4 dagar, frá 21. – 24. november 2013.

Tveir dagar við verkstovum
Fyrstu tveir dagarnir, hósdagur 21. og fríggjadagur 22. november, eru ognaðir høvundum og øðrum, ið arbeiða við at skriva. Skipað verður fyri fimm ymiskum verkstovum, umframt fyrilestrum. Luttakararnir fáa høvið at skifta orð um hugskot og royndir, samstundis sum tey kunnu fáa vitan og íblástur.

Stórt alment tiltak
Vikuskiftið 23. - 24. november verður Norðurlandahúsið opið fyri almenninginum. Á skránni eru upplestur og samrøður við føroyskar og útlendskar høvundar, bókasøla, poetry slam, tónleikur, sjónleikur, og nógv annað forvitnisligt. Pallborðsfundur verður eisini, og partur av húsinum verður innrættaður til børnini við barnakonsert, barnasjónleiki, søgum, skattaveiðu og øðrum stuttleika.

Meira verður at frætta um Bókadagar 2013 heilt skjótt.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn