Bookmark and Share    
 

Gˇ­ir og inspirerandi dagar ß Biskops Arn°

2013-08-31 14:12

Halldóra Dam var í juni í ár á debutantskeið á Biskops Arnø. Her greiðir hon frá:

Staðið sjálvt er ótrúliga vakurt, umhvørvið søguligt og fyrireikararnir dugnaligar, fittar og hjálpsamar. Spennandi var at hitta fólk úr hinum norðurlondum, og hoyra hvat tey fingust við, og hvussu tey vóru komin har til í skrivingini, sum tey nú einaferð vóru komin. Tey høvdu øll givið eina bók út frammanundan, summi tó í ár, so eg var einasti luttakarin uttan nakra bók at vísa á.

Har vóru skaldsøguhøvundar, stuttsøgusøguhøvundar og yrkjarar og so tríggir barnabókahøvundar. Dagurin var býttur upp í trý. Ein partur til at viðgera tekstir, vit høvdu havt við, saman við fimm øðrum og einum royndum høvundi/lærara. Ein partur til fyrilestrar og spurningar/viðmerkingar Ein partur til upplestur av egnum tekstum á móðurmálinum

Yvirorðnaða evnið var materiale, og so høvdu tey fingið nakrar høvundar inn at siga frá, sum ikki bert hugsaðu um tekstin, men eisini um pappírið/layoutið/framløguformin og annað. Sera spennandi.

Tað var so áhugavert at vera til eitt tiltak, sum bara snúði seg um bókmentir! Bara at súgva til sín, verða yvirraskað og tikin við onkrastaðni, man ikki hevði verið fyrr.

Onkursvegna hevði eg hugsað mær at hetta var eitt skriviskeið, men tað var tað als ikki. Tað nærmasta , ið tað kom til tað, var diskussiónin av tekstunum, sum luttakararnir høvdu tikið við. Og gott tað sama, tí eg havi í hvussu er ongantíð fyrr havt møguleikan at komið til eitt tiltak, sum hetta. Ivist í, um tað ber til í Føroyum, uttan so at tað kanska er okkurt líknandi fyri limirnar í Rithøvundafelagnum, tí í almenna rúminum haldi eg ikki, at tað finst. Og tað er stórt spell, at slíkt ikki ber til her.

Eg kom til nakrar niðurstøður á ferðini:

Vit mangla ein rithøvundaskúla í Føroyum, har fólk, sum vilja brúka eitt ár ella tvey til at útbúgva seg innan skriving, hava møguleika at fara. Øll hini londini høvdu tað, og allir luttakararnir uttan eg og ein onnur høvdu minst eitt ár á slíkum skúla. Og tað merktist, haldi eg, serliga innan førleikan til at diskutera og analysera og fyrihalda seg kritiskt til ein tekst, bygnað osfrv., sum jú er sera týdningarmikið. Á kvøldskúlanum, sum eg havi gingið á, høvdu vit mest skrivivenjingar og tað hevur eisini verið fínt,mær hevur dámt tað so væl, men í tí forminum, ber ikki til at fara víðari, tí konceptið, skuldi vera so fevnandi, sum gjørligt, sum kanska sigur seg sjálvt, tá tað er í kvøldskúlahøpi.

Veit, at alt snýr seg um pengar, so tað ber helst ikki til, men um vit skulu skriva á móðurmálinum, so er eingin undanførsla hjá politikarum. Nakrir luttakarar høvdu verið á einum parttíðarskeiði á Gøteborg universitetið, ið strekti seg yvir eitt ár. Man var í Gøteborg í eina viku og fór so heim og arbeiddi sjálvstøðugt í 3 vikur. Okkurt líknandi mátti kunnað borið til í Føroyum. Minnist ikki hvussu skeiðið kallaðist, men kann finna út av tí.

Tað var eisini hugtakandi at hoyra tey norðurlendsku málini hvørt um annað. Vit fingu at vita, at vit sum meginreglu ikki skuldu brúka enskt at samskifta við, og her merkti eg týðuliga, at føroyska málið/vit føroyingar standa rættiliga sterk í mun til at skilja hini norðurlendsku málini. Stuttligt at fáa tað bekreftað, hóast eg visti tað frammanundan

Eg takki Rithøvundafelagnum fyri ferðina

Bókin hjá mær fer til prentingar í komandi viku, so nú er spennandi

Bestu heilsur Halldóra Dam

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn