Bookmark and Share    
 

Nor­urlendskar vir­isl°nir

2013-06-16 15:35

Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar í sambandi við árliga toppfundinum hjá norðurlendsku ráðharrunum í Oslo, 30. oktober 2013. Higartil hevur tað verið avdúkað frammanundan, hvør fær virðisløn, men í ár verða nøvnini ikki avdúkað, fyrr enn á stóru galla-veitsluni í operahúsinum í Oslo. Øll, ið eru í uppskoti, verða til staðar og má við spenningi bíða eftir, um tað er teirra navn, ið verður rópt upp, eins og tá ið Oskar-handanin fer fram.

Talan er um virðislønir innan film, tónleik, náttúra og umhvørvi umframt bókmentir, og fyri fyrstu ferð verður Norðurlendska Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin latin.

Úr Føroyum er “Skriva í sandin” hjá Marjuni S. Kjelnæs í uppskoti til nýggju Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Umframt er Rakel Helmsdal eisini í uppskoti. Tað er nevndin í Íslandi, ið hevur tilmælt “Klandursskrímsl”, sum Rakel hevur gjørt saman við saman við Áslaug Jónsdóttur og Kalle Güettler.

Úr Føroyum er eisini Jóanes S. Nielsen í uppskoti til bókmentavirðislønina við skaldsøguna “Brahmadellarnir”. Eivør Pálsdóttir er í uppskoti til tónleikavirðislønina fyri útinnan av tónleiki á høgum støði.

Vinnarar av virðislønir Norðurlandaráðsins fáa 350.000 kr. Sum nakað nýtt fáa tey eisini eina standmynd. Hvussu standmyndin fer at síggja út verður avdúkað seinni í mánaðanum.

NRK, norska sjónvarpið, fer at senda beinleiðis úr galla-veitsluni, saman við hinum norðurlondunum, so vit í Føroyum eisini kunnu fylgja við og vónandi hoyra eitt (ella fleiri) føroysk nøvn verða rópt upp á pall.

Góða eydnu til tykkum, ið eru í uppskoti!

 

Les nærri: Norðurlandaráðið

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn