Bookmark and Share    
 

LeikREAD - leikritalesing

2013-02-20 11:25

15. og 16. mars bjóðar Leikarafelag Føroya til spennandi mentanartiltak á Tjóðpallinum.

Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn.

Festivalurin ber heitið LeikREAD og er úrslit av einum norðurlendskum samtaki, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara.

5 nýskrivað leikrit úr norðanlondum eru vald út, týdd til føroyskt og verða pallsett sum Reading á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. Mars 2013. Leikritini eru:

  • “Eingin møtir Onkrum” eftir Peter Asmussen (DK)
  • “Høsnarungarnir” eftir Bragi Ólafsson (IS)
  • “Mira fer framvið” eftir Martina Montelius (SE)
  • “Megan” eftir Tumas Timonen (FI)
  • “Eg hvørvi” eftir Arne Lygre (NO)

Ein READING, á føroyskum ein leikritalesing, er ein framførslustílur innan leiklist, har leikritið er í fokus. Venjingartíðin er stutt og ferðin høg. Ein leikritalesing gevur áskoðaranum, uppá stutta tíð, eina greiða mynd av, hvat eitt leikrit snýr seg um. Til LeikREAD er talan er um 5 spildurnýggj norðurlendsk leikrit – 5 brellbitar frá tí besta norðurlendska samtíðardramatikkinum.

Hvør leikritalesing varir umleið 45 minuttir og fleiri enn 30 leiklistafólk eru knýtt at LeikREAD. Hetta verður ein løtt og annarleiðis leiklistauppliving og Leikarafelagið hevur gjørt seg út við einum sterkum liði av føroyskum, norskum og donskum luttakarum.

Tiltakið er ókeypis, men avmarkað atgongd er til hvørja framførslu. Bíleggi tískil títt pláss í góðari tíð á leikarafelag@leikarfelag.fo

Vælkomin til LeikREAD - leikritalesing á føroyskum

Vinarliga Kjartan Hansen og Gunnvá Zachariassen, fyrireikarar

 sí skráin

Um leikritini

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn