Bookmark and Share    
 

Sara Blædel vitjar Føroyar - AVLÝST

2013-02-17 13:56

Sara Blædel er ein tann best umtókti og mest lisni danski kriminalrithøvundur í okkara tíð. Hóast hon er orðblind, hevur hon skrivað 7 viðurkendar kriminalbøkur umframt útgivið nógv annað tilfar. Bøkurnar hjá Saru eru metsølubøkur og útgivnar í yvir 20 londum.

Leygardagin 23. Feb. Kl. 15:00 skipar Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið fyri einum tiltaki við Saru Blædel.

Tiltakið er serliga ætlað rithøvundar, núverandi og komandi, men ein og hvønn, ið er áhugað, skal vera vælkomin.

Skrá

• Vælkomin, við Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroyar

• Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, tosar við Saru um bøkur hennara og um Saru sum menniskja.

• Bergur D. Hansen, ph.d. lesandi, greiður frá um týdningurin fyri eitt samfelag, um skrivað verður hugsaðar/fiktivar søgur ella ikki.

• Gunnar Nolsøe, tosar við Sara umtað arbeiði, ið liggur aftan fyri at skriva eina metsølubók.

• Møguleiki fyri at seta spurningar og/ella viðmerkingar

Tiltakið er mett at vera áleið 2 tímar.

 

Útgávur

Krimirøðin um Louise Rick:

1. Grønt støv. 2004.

2. Kald mig prinsesse. 2005.

3. Kun ét liv. 2007.

4. Aldrig mere fri. 2008.

5. Hævnens gudinde. 2009.

6. Dødsenglen. 2010.

7. De glemte piger. 2011.

 

I skyggen af Sadd. 4 rithøvundar, 4 søgur, ein skaldsøga. Sara Blædel hevur skrivað saman við Gretelise Holm, Steen Langstrup og Lars Kjædegaard. 2005

Trods modvind. 6 samrøður, ið journalist Sara Blædel hevur havt við kendum fólkum, um tað at koma víðari aftan á kolveltandi broytingar í lívinum. Lindhardt og Ringhof, 2002.

Dødelig alvor. Eitt suttsøgusavn av norðurlendskum krimi-rithøvundum, givið út til frama fyri ”Læger uden grænser”

 

Heiðurslønir v.m.

2005: “Det danske Kriminalakademi”. Debutantprísin fyri Grønt støv (krimi)

2005: “Statens Kunstråd”. Starvsløn (10. millioner puljan)

2006: “Statens Kunstfond”. Starvsløn

2007: Bog & Idé-prísin (Yndisrithøvundur hjá dønum): Kun ét liv (krimi)

2009: Ársins rithøvundur (valt av lesarum hjá ”Søndagsavisen”)

2009: Bog & Idé-prísin (Yndisrithøvundur hjá dønum): Hævnens gudinde (krimi)

2010: Bog & Idé-prísin (Yndisrithøvundur hjá dønum): Dødsenglen (krimi)

 

Meira er at lesa um Sara Blædel her:

http://sarablaedel.dk/

Litteratursiden.dk

Forfatterweb.dk

Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn