Bookmark and Share    
 

Fyrilestur vi­ Kim Simonsen

2013-02-14 11:21

Gevið gætur:

Fyrilesturin hjá Kim Simonsen er fluttur til at vera sunnudagin 24. februar 2013 kl. 15.00 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Týsdagin 26. februar kl. 19.30 heldur Kim Simonsen fyrilestur í Norðurlandahúsinum undir heitinum: Ímyndin av føroyingum og Føroyum - Hvussu føroyska sjálvsmyndin er skapt og hvussu føroyska tjóðin birtist.

Kim Simonsen sigur so um fyrilesturin:

Í hesum fyrilestrinum vil eg lýsa hvussu føroyska tjóðin kyknaði frá 1790-1891. Her vil eg svara trimum spurningum. Hvussu framkom føroyskur samleiki? Hvussu og nær vóru føroyskar bókmentir skaptar? Hvussu og nær varð føroyska tjóðin skapt? Somuleiðis, hvussu tjóðin íbirtist av einum nýggjari sjálvsmynd og bókmentum. Soleiðis er tað endamálið at tulka, hvussu tað er eitt samband millum sjálvmyndina hjá einum fólki, bókmentir, og hvussu tjóðir verða skaptar.

Í fyrilestrinum vil eg ávísa í hvønn mun føroyskur samleiki og tjóðskapur er ávirkaður av ferðandi, sum komu til Føroyar? Her hugsi eg um ferðandi, frá eitt nú Onglandi, Amerika, Týsklandi, Frankaríki og nógvum øðrum londum, hava ávirkað føroyingar og teirra sjálvsmynd gjøgnum søguna? Her vil eg serliga tulka, hvussu hesi sóu føroyingar sum livandi í fortíðini, og tí sum eksotisk. Hvussu eksotisma er ein stórur partur av sjálvsmynd føroyinga enn í dag frá modernaðum lýsingarherferðum, ferðabókum til sjónvarpssendingar.

Granskingarverkætlanin kallað ”Literature, Imagining and Memory in the Formation of a Nation -Travel writing, canonisation and the formation of a national self-image in the Faroe Islands” siga metarar er umráðandi í mun til mentanarnationalismu í Europa, ið varpar ljós á føroyska mentanarsøgu á ein nýggjan hátt. Eisini kann hendan ritgerð vera eitt dømi um, hvussu nationalismugransking kann ávísa, hvussu ein tjóð verður skapt.

Ókeypis atgongd

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn