Bookmark and Share    
 

Var­in kemur ˙t Ý vßr

2013-02-08 17:54

Fyri at Varðin kann hava virknan leiklut í føroyska samfelagnum og vera meiri viðkomandi, fer hann nú at koma út meiri enn eina ferð um árið - beinari sagt, fýra ferðir um árið.

Við í hesum fyrsta hefti av fyrsta bindi av Varðanum 2013 verða millum annað søgur og yrkingar eftir ungar skrivandi føroyingar.

Nýggja lutverkið hjá Varðanum verður at taka saman um tað, ið fer fram á mentanarpalli okkara við føroyskum útgávum, føroyskari skriving, tonking og týðing, alt viðmerkt við tí gløgga eyganum hjá ritstjóranum. Og alt verður sjálvandi lagt fram á góðum føroyskum máli.

Nú kanst tú fáa høvi at vera við í hesum nýstovnaða tiltaki, Varðanum í bøttum hami. Gerst tú varðahaldari, fært tú Varðan sendandi heim fyri ein lítlan penga, og tað er sera ómakaleyst hjá øllum pørtum.

Tú kanst gerast varðahaldari við at senda navn, bústað og frá og við hvørjum ársfjórðingi tú vilt halda Varðan, til: vardin(@)mail.fo og flyta haldaragjaldið á aðra av kontum okkara:

Bank Nordik: 6460 220.025.4
Suðuroya Sparikassi: 9870 427.155.7

Minst til at viðmerkja navn. Tað kostar kr. 200 um árið at halda Varðan. Tað fer at kosta kr. 95 fyri hvørt hefti at keypa hann í handlunum.

Ert tú ein av teimum, sum fáast við tað skaldsliga ella hava onkra meining um tað, ið fyriferst á bókmentaliga og filosofiska økinum, og dugir tú haraftrat at bera teg á skrift, so ber eisini til at senda tilfar inn til telduatsetrið omanfyri. Næsti Varði kemur eftir ætlan út í summar.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn