Bookmark and Share    
 

Janus ß H˙sagar­i fŠr gßvugˇ­s

2013-02-08 14:17
Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Í ár hevur nevndin valt at heiðra Janus á Húsagarði og Bárð Reinert Poulsen.

Tiltakið, sum er alment, verður á Østrøm fríggjadagin 8. februar kl. 16.

Skrá í sambandi við handan av heiðursgóðsi frá grunni Thorvalds Poulsen á Steinum

  1. Vælkomin
  2. Malan Marnersdóttir hugleiðir um list og útbúgving
  3. Sigurð í Jákupsstovu handar gávugóðs
  4. Janus og Bárður greiða frá og framføra

Aftan á er eitt lítið ábit

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum.

Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður. Í løtuni er nevndin henda: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Ólavur Jakobsen, formaður í LISA.

Latið verður úr grunninum 8. februar, føðingardag Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001.

Tey sum hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru hesi:

2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr

 Kelda: Froðskaparsetur Føroya

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn