Bookmark and Share    
 

GESTAB┌STAđUR ═ STOKKHËLMI

2013-02-04 19:19

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi.

Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búleikast í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, journalistar, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.

Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.

Tíðarskeiðið, sum gistast kann í Villa Bergshyddan í ár, er 15. apríl til 29. september, og kostnaðurin er 800 svenskar krónur um vikuna

Umsóknarblað og fleiri upplýsingar um stuðulin fæst her 

Freistin at søkja er 1. februar 2013, og umsóknir skulu sendast til:

Stockholms kulturförvaltning
Nordiskt kultursamarbete
Att: Hanan Haidari
Box 16113
SE 103 22 Stockholm

ella til teldupostadressuna hanan.haidari(@)stockholm.se

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn