Bookmark and Share    
 

Agnar Art˙vertin ritstjˇri ß Var­anum

2013-01-27 19:01

Av tí at Poul Andreasen, sum hevur verið ritstjóri á Varðanum síðan 1987, hevur sagt seg frá, hevur nevnd felagsins tann 24. januar 2013 sett Agnar Artúvertin sum ritstjóra.

Agnar hevur lisið heimspeki og bókmentir í Cambridge. Hetta var á Anglia Ruskin University, sum áðrenn navnabroytingina varð kallað Anglia Polytechnic University. Hann hevur drúgvar royndir sum rithøvundur, týðari og útgevari.

 Sí annars høvundalýsing her

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn