Bookmark and Share    
 

Jˇlaheilsan

2012-12-22 21:32

Góðu tit, limir felagsins.

Vindurin ýlir um húsahorn. Træverkið ríkur og knarrar. Útsýnið gjøgnum vindeygað er darvað av regni, salti og dusti. Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar vegna veður. Einki jólaligt!

Men í stovuni stendur jólatræið prýtt við stjørnum, ljósum og einglum. Á toppinum trónar ljósareyða spírið. Arvagóðsið frá ommu. Kr. 2.85 stendur á prísmerkinum, ið framvegis situr á. Angin av kaneli og nelikum kitlar í nøsina, meðan eg stríðist við at fáa eina Quality Street karamellu leysa úr jakslinum.

Hóast vánaligar fyritreytir, so verður tað jól hóast alt, og vónandi er so hjá tykkum øllum.

Eg vil nýta hesa jólaheilsan til at kunna tykkum um, at Rithøvundafelag Føroya hevur fingið innivist á Lützenstrøð 4 í Havn, har sum Nám fyrr helt til. Eingin skrivstovutíð er, men nevndin fer í framtíðina at hava fundar sínar har.

Nýggju hølini geva møguleikar, sum limir okkara eisini kunnu njóta gott av. Á Lützenstrøð eru fleiri rúm, størri og minni, sum limir felagsins kunnu læna í eitt nærri avtalað tíðarskeið. Havandi í huga at tað stundum kann vera torført at finna eitt stað, har ein kann savna sær einans um at skriva, er hetta vónandi ein vælkomin jólagáva. Hevur tað tín áhuga, er tað at venda sær til nevndina við upplýsing um nær, og hvussu leingi tú kundi hugsað tær at lænt eitt høli. Vert er at geva gætur, at eingin raðfesting fer fram. Tað er um at koma fyrst.

Eg vil við hesum ynskja limum felagsins eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Blíðar heilsanir

 

Helle Thede Johansen
forkvinna

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn