Bookmark and Share    
 

Jˇanes Nielsen skrivar s°gu

2012-12-19 18:51

Nýggjasta skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen, "Brahmadellarnir", kemur nú út á einum av heimsins størstu forløgum, altjóða forlagið Random House.

Við avtaluni skrivar Jóanes Nielsen søgu, tí hetta er størsta forlag nakrantíð, sum gevur út bók eftir føroyskan rithøvund.

Brahmadellarnir er ein ættarsøga, sum fevnir um 250 ár.

Jóanes Nielsen fekk í september 2012 M. A. Jacobsens virðislønina fyri skaldsøguna. Brahmadellarnir er eisini í uppskoti fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina.

 

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn