|
|
|
|
Føroysk sálmaløg í Dómkirkjuni2012-11-26 11:55
Mikukvøldið 28. november kl. 19.00 verður sangløta í Dómkirkjuni í sambandi við, at nýggja lagbókin Føroysk sálmaløg verður løgd fram.
Í bókini eru 65 løg, sum Knút Olsen hevur gjørt til sálmar og týðingar eftir Petur Jacob Sigvardsen. Teirra millum eru 53 løg, ið eisini kunnu verða nýtt til nógvar sálmar í Sálmabók Føroya kirkju.
Til sangløtuna fara kórið Tarira hjá Sunleifi Rasmussen og systrarnar Anna Maria og Jensina Olsen at syngja nakrar av hesum sálmum.
Aftan á sangløtuna eru øll vælkomin til ein drekkamunn á Hotel Hafnia, har eisini verður høvi at ogna sær lagbókina.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Knút og Petur Jacob
|
|
|
|
|
|