Bookmark and Share    
 

Bˇkadagurin hjß Rith°vundafelagnum 2012

2012-11-19 21:48

Bókadagurin er tiltak hjá Rithøvundafelagi Føroya, har ljós verður varpað á føroyskar bókmentir. Tiltakið verður sunnudagin 25. november, seinnapartin, í Norðurlandahúsinum.

Skráin til ársins bókadag er fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki. Umboð fyri bókasøluna Rit&Rák er eisini við, og ber tí til at keypa eina ella fleiri føroyskar bøkur.

Barnatímin
Byrjað verður klokkan 14:00, har børnini kunnu hugna sær á gólvinum í Kringluni. Stuttligar og hugkveikjandar myndir úr bókum hjá Bárði Oskarssyni og Edward Fuglø verður vístar á vegginum, meðan sagt verður frá søgunum.

Børn úr Frískúlanum á Velbastað fara eisini at syngja nakrir sálmar. Hetta er í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út eina Barnasálmabók. Í bókini er eitt úrval av føroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum. Dina Gellert, sum hevur myndprýdd, verður við á Bókadegnum.

Hóast skráin hereftir kanska ikki er áhugaverd hjá børnunum, verður møguleiki hjá teimum at hugna sær í einum horni við bókum úr Bókadeildini. Tey kunnu eisini tekna, lita og gera jólaprýði, meðan tey vaksnu lurta eftir, hvat ið annars er á skránni.

Spírandi rithøvundar
Norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn verður latin fyrstu ferð í 2013. Endamálið er millum annað at styrkja og lyfta barna- og ungdómsbókmentanina í Norðurlondum á hægri støði.

Harumframt er ætlanin eisini at elva teimum ungu til at skriva.

Tey, ið hava best innlit í og vitan um, hvussu tað er at vera ungur í dagsins Norðurlondum, eru júst tey ungu.

Rithøvundafelagið hevur letur tí í ár tvey ung fólk trína fram á pall, hóast tey ikki enn hava givið nakað verk út. Tað er okkara vón, at hetta verður við til at geva ungum spírandi rithøvundum hug og dirvi til at koma fram við tí, tey hava skrivað.

Yrkingar og list
Umleið klokkan 15:45 verður farið í Skálan, har vit hoyra brot úr verkum hjá Tóroddi Poulsen, Marjuni Syderbø Kjelnæs og Katrini Ottarsdóttir.

Kinna Poulsen fer at hugleiða um “Avbyrgingar” eftir Tórodd Poulsen, og litografurin, Jan Andersson, fer at greiða frá spennandi verkætlan hjá Steinprenti. Teirra ætlan er at yrkingar og steinprent verða framleidd í tøttum samstarvi millum rithøvund og listafólk, ella av rithøvundinum einsamøllum, so eitt fjølbroytt verk við orðum og myndum kemur burturúr.

Fjølbroytta orðið
Skrivaða orðið kann vera grundarlagið undir nógvum listagreinum. Súsanna Tórgarð hevur nýliga skrivað eitt leikrit, sum eftir ætlan skal framførast til várs. Vit fara á bókadegnum at fáa ein brellbita av hesum leikinum.

Hanus Kamban gav á sínum sjútiáradegi út savn undir heitinum “Framman fyri lógini”, og hann fer á bókadegnum at greiða frá og lesa upp brot úr bókini.

Nýggja krimisøgan hjá Jógvani Isaksen hevur heitið Tann fimti maðurin, og høvuðspersónurin eitur William Hammer. Rithøvundurin fer á bókadegnum at geva okkum eitt lítið innlit í, hvat henda søgan snýr seg um.

Skrivaða orðið verður eisini til sang, og júst í hesum døgum kemur nýggj fløgu við yrkingum hjá Pól F. á marknaðinum. Tað er sjálvsagt Hanus G. Johansen, ið stendur fyri hesum verki. Hóast langa røð av útgávukonsertum kring landið hevur hann givið sær stundir til at syngja og spæla fyri okkum á bókadegnum.

Føroysk bókmentan út í heim
Seinasta evnið á skránni er pallborð, har kjakast verður um evnið: “Føroysk bókmentan út í heim”.

Spyrjast kann, um vit yvirhøvur skulu út í heim og hví? Hvussu eru umstøðurnar sum er at fáa føroyska bókmentan út í heim? Hvat skal til, um tað skal bera til?

At stýra kjakinum hava vit fingið Jógvan Arge, sum er formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Kommunu. Við borðið sita:

  • Jenny Johannessen, samskipari hjá FarLit
  • Hugin Eide, stjóri fyri forlagið Torgarð
  • Guðrun Gaard, forkvinna í nevndini, sum viðger umsóknir um norðurlendskan týðarastuðul
  • Jógvan Isaksen, rithøvundur og lektari við Københavns Universitet

Tað er okkara vón, at bókadagurin verður ein spennandi og hugkveikjandi dagur, til gagns fyri føroyskar bókmentir og fyri Føroya fólk.

Rithøvundafelag Føroya

Skrá

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn