Bookmark and Share    
 

Vi­gitin russiskur h°vundur Ý F°royum

2012-10-16 10:19

Tað er sjaldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men í næstu viku verður ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni - Mikhail Sjisjkin - í Havn.

Høvið er, at bók hansara Brævabókin, ið er farin um allan heim, kemur út á føroyskum í næstu viku. Høvundurin helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur út á okkara máli, at hann tekur sær tríggjar dagar millum framløgur, viðtal, fyrilestrar og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo og New york at koma til Føroyar.

Johnny Thomsen hevur týtt.

Mikukvøldið tann 17. okt kl 19.30 verður RUSSISKT KVØLD á Hotel Føroyum, og tá ber til at hitta Sjisjkin, keypa bókina og fáa hana signeraða

Men tann 17. oktober hendir ikki bara tað, tí umframt hesa bókina hevur Johnny Thomsen týtt russiska stórverkið Meistaran og Margarita eftir Mikhail Bulgakov. Hetta stórverk verður eisini lagt fram sama kvøld.

Og sum um tað ikki var nóg mikið, letur SPROTIN nýggja russiska – føroyska orðabók upp, sum Johnny Thomsen eisini hevur avrikað seinastu mongu árini.

17. oktobur seta Sprotin og Hotel Føroyar russiskt á skránna, og vit sleppa at kaga inn í ein heim, flest okkara púrt einki vita um. Vit bjóða tær at vera vælkomin til tiltakið.

Skráin fyri hetta russiska kvøldið:

  • Boðið verður vælkomið
  • Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla russiskt tónleikastykki
  • Mikhail Sjiskijn greiðir frá bókaverkinum Brævabókini og sínum skaldskapi.
  • Johnny Thomsen greiðir frá týðingini og greiðir eisini frá Meistaranum og Margaritu
  • Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla
  • Russiska orðabókin verður latin upp og Johnny greiðir frá tí arbeiðinum.
  • Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla
  • Hotellið bjóðar ein kaffimunn.

Til ber at keypa bøkurnar á staðnum, og høvundurin signerar.

www.sprotin.fo

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn