Bookmark and Share    
 

Frankfurter Buchmesse givi­ ˙rslit

2012-10-14 17:02

Seinnapartin í dag endar Frankfurter Buchmesse, har 5 føroysk forløg - Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur Studentafelagsins – seinastu 5 dagarnar hava verið umboðað við stórum bási.

Tey føroysku umboðini eru sera væl nøgd við luttøkuna. Útlendingar hava víst stóran áhuga fyri føroyskum bókmentum, eitt nú Svøríki, Týskland og enskt talandi lond. Tær føroysku bøkurnar, sum fólk hava sýnt serligan áhuga fyri, eru tær hjá Jóanesi Nielsen og Bárði Oskarsson, sigur Jenny Johannessen, bókmentarligur samskipari hjá FarLit. Tað er altíð hugaligt við slíkum áhuga, og nú er næsta stigið at halda sambandið við líka, soleiðis at útlendsku forløgini hava føroyskar bókmentir í huga, tá ið útgávuskráin verður løgd fyri komandi ár. Eitt ítøkiligt úrslit er longu komið: Barnabókin “Mina”, sum Lydia Didriksen hevur skrivað og Edward Fuglø hevur myndprýtt, er seld til Íslands! 

“Mina” er ein bók í røðini av Krabbabókum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út í felag. Avtala ímillum Nám, Bókadeildina og Námsgagnastovnin varð gjørd á messuni, og teir báðir Magnus Tausen, stjóri á Námi og Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini eru sera fegnir um hesa avtaluna við íslendska felagið. Síðstu árini eru meir enn 130 krabbabøkur útkomnar og teirra millum fleiri upprunaføroyskar. Kanska “Mina” fer at slóða fyri, at fleiri upprunaføroyskir krabbar vinna út um landoddarnar. Endamálið við bókunum er at stimbra lesingina hjá barninum. Bøkurnar eru býttar upp í 7 torleikastig frá 1. flokki og heilt upp í framhaldsdeild. Tað eru Turið Kjølbro frá Bókadeildini, Marjun Ziskason frá Námi og Lydia Didriksen, ritstjóri, sum standa fyri hesum arbeiði.

Á fundi við íslendingar viðgjørdi Nám møguleikan fyri víðkaðum samstarvi viðv. undirvísingartilfari. Avtala er gjørd um, at alt nýútkomna tilfarið í kristni, heimstaðarlæru og lívfrøði umframt annað verður sent íslendingum til viðgerðar. Somuleiðis lata íslendingar Námi tilfar til viðgerðar.

Umframt at selja føroyskar bøkur, er tað eisini á Frankfurter Buchmesse, at føroysk forløg koma í samband við útlendsk forløg og gera avtalur um keyp av rættindum til útlendskar bøkur, ið verða týddar til føroyskt. Eisini er hetta staðið, har hugskot verða heintað til innihald, uppseting, layout, litir o.a. til útgevan av føroyskum bókum, serliga skúlabókum. Eins og allar aðrar framleiðslur, eru bøkur eisini merktar av ávísum mótaráki.

Føroysku umboðini eru øll á einum máli um, hvussu týdningarmikið tað er at verða við á slíkum messum, tað er her, vit hava møguleika at marknaðarføra og selja føroyskar bøkur til útlandið. Fyri at fáa boðskapin út, krevst at verða sjónlig og at verða sjónlig á slíkum stórum bókamessum, sum í Göteborg og Frankfurt er sera kostnaðarmikið, tí eru føroysku forløgini sera fegin um stuðulin, sum Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava veitt FarLit seinastu 2 árini. Eisini takka forløgini Føroya Prent, Rit & Rák, Hiddenfjord, Bakaríið hjá Jórun, Okkara, Føroya Bjór og Dism fyri stuðulin, tey hava veitt í samband við føroysku luttøkuna á bókamessunum í ár.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn