Bookmark and Share    
 

F°royar vi­ ß heimsins st°rstu bˇkamessu

2012-10-10 09:19

Ársins stóra bókamessa í Frankfurt letur upp í dag mikudagin 10. oktober, og Føroyar eru umboðaðar við stórum bási. Tað eru Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum seinastu 2 árini hava samstarvað um hetta átakið við tí endamáli at gera føroyska bókaútgávu sjónliga úti í heimi.

Í ár eru 14 verk vald út at umboða føroyskar bókmentir. Brot úr hesum verkum og høvundalýsingar eru týdd til enskt og týskt. Hetta tilfar er grundarlagið undir føroysku umboðanini, tá avtalur skulu fáast við útlendsk útgávuforløg um sølu av rættindum. Fyri fyrstu ferð er bókmentalig samskipan, FarLit, ið stendur fyri hesum partinum. Jenny Johannessen, bókmentafrøðingur, umboðar FarLit. Hon er á básinum allar messudagarnar og hevur fundir við ymisk fólk, ið hava sýnt bókmentum okkara áhuga. 

5 føroysk forløg sýna fram upprunaføroyskar bókmentir á føroyska básinum, og tað eru forløgini Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur Studentafelagsins.

Umframt at varpa ljós á føroyska bókaútgávu er leikluturin hjá føroysku forløgunum at fáa samstarv við útlendsk forløg og keypa rættindi til handrit, bæði innan skúlabókaøkið og barna- og ungdómsbókmentir. Hetta er neyðugur partur av forlagsvirkseminum, um ein skal fylgja við og lofta tí, sum er uppi í tíðini.

Seinnapartin í dag verður skipað fyri móttøku á føroyska básinum, har borðreitt verður við føroyskum mati – brotabreyði og laksi, sum bakaríið hjá Jórun og Hiddenfjord hava stuðlað. Føroya Bjór, Okkara og Dism hava stuðlað við drykkivørum. 

Bókamessan er opin frá mikudegi 10. oktober til sunnudagin 14. oktober.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn