Bookmark and Share    
 

Politisk střring av mentan og list?

2012-10-05 09:27


Listafólkasamband Føroya (LISA) mótmælir harðliga uppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum, um at skerja Mentanargrunnin við 20 % í 2013. Umframt at aðrar játtanir verða niðurlagaðar innan útinnandi mentan, so sum tónleik. Mentunargrunnurin virkar innan teir lógarkarmar og ta játtan sum Løgtingið hevur givið. Nevndin í Mentanargrunninum er óheft og tekur avgerðir uttan politisk atlit, tá ið hon játtar pening.

Hetta hevur virkað sera væl og er Mentanargrunnurin ein sólskinssøga í so máta, bæði mentanarpolitiskt og demokratiskt, har ið armslongdarprinsippið hevur virkað til fulnar. Stórt arbeiði hevur verið lagt í at menna og endurskipa Mentanargrunnin, við tí fyri eyga, at fáa alt játtanarøkið innan mentan og list enn meira óheft av politisku skipanini og styrkja umsitingina av grunninum, so at landsstýrismaðurin og hansara starvsfólk, ikki vóru sett at taka dagar ímillum – niður í minsta smálut, hvar íløgur í list og mentan skulu gerast.

Ikki er longur síðan enn í mars mánaða, tá umboð fyri LISA á fundi við mentamálaráðharran, fingu at vita, at nú var nærum komið undir land við hesum arbeiði. Onkrir smáir snøklar vóru eftir, men vónandi kom lógin til politiska, og harvið almenna viðgerð í ár. Tað næsta vit frætta er, at mentamálaráðharrin skerjir Mentanargrunnin við 20%, játtanina til tónleik, sang og føroyskan dans við 24%. Uttan nakra sum helst hoyring, kunning ella viðgerð, verður skorið inn á bein á mentanar- og listaøkinum.

Við hesari skerjing hevur mentamálaráðharrin ikki bert skorið í einari játtan, ið er alt ov lítil frammanundan, men hevur samstundis givið eitt ófrættakent politiskt signal. Hetta kemur ikki undir sparing, men er ein beinleiðis politiskt útmelding um, at landsstýrismaðurin sjálvur vil fara niður í smálutir um hvørjar verkætlanir skulu fremjast.

Listafólkasamband Føroya er púra greitt yvir, at til tíðir skal sparast. Men hetta átakið er ikki sparing, men skerjing, har ið ein sera vælvirkandi, óheftur stovnur sum Mentanargrunnurin og starvsøkið hjá hesum, verður lagdur undir landstýrismannin í mentamálum.

Hetta er beinleiðis stýring av mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag.

Vegna LISA (LISTAFÓLKASAMBAND FØROYA )

Ólavur Jakobsen, formaður

 

COUNCIL OF FAROESE ARTISTS

FELAGIÐ FØROYSK MYNDLISTAFÓLK – LEIKARAFELAG FØROYA – ARKITEKTAFELAG FØROYA – TÓNLEIKARAFELAG FØROYA - KÓRSAMBAND FØROYA – FØROYSKIR YRKISFOTOGRAFAR – RITHØVUNDAFELAG FØROYA - FELAGIÐ FØROYSK TÓNASKØLD – MYNDLISTASAMBANDIÐ – EINLEIKARAFELAG FØROYA -DESIGNARAFELAGIÐ

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn