Bookmark and Share    
 

Vei­a vind Ý ═slandi

2012-10-02 14:25

Bókadeildin hevur skrivað undir sáttmála við Forlagið í Reykjavík um at geva tónleikaævintýrið Veiða vind út á íslendskum.

Veiða vind kom út í 2011 og er eitt tónleikaævintýr, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað, og Janus á Húsagarði hevur myndprýtt. Kári Bæk skrivaði tónleikin, sum er grundaður á kvæði um Ólav Riddararós. Við í bókini var fløga við tónleikinum, sum Føroya Symfoniorkestur spældi við Bernharði Wilkinson sum orkesturleiðara.

Tórarinn Eldjarn skal týða til íslendskt, og samstundis, sum bókin kemur út á íslendskum, verður skipað fyri stórfingnari framførslu av tónleikinum saman við ævintýrinum og myndunum hjá Janusi.

Veiða vind verður frumframførd í glæsiligu Hørpuni í Reykjavík tann 11. mai 2013, og Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.

Kelda: Bókadeild Føroya Lærarafelags

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn