Bookmark and Share    
 

G÷teborg er gott fyri f°royskar b°kur

2012-09-30 17:22

- Bókamessan í Göteborg er besti møguleikin, at gera føroyskar bøkur sjónligar í Norðurlondum, sigur Birna Jacobsen, sum fyri Norðurlandahúsið samskipar føroysku luttøkuna á størstu bókamessuni á okkara leiðum.

Føroyski básurin liggur væl fyri, beint við høvuðsinngongdina og er sera sjónligur, prýddur við stórbærum náttúrumyndum, sum ger, at tey 100.000 vitjandi á messuni steðga á og hygga eftir teimum bergtakandi myndunum.

- Rættuliga nógv fólk hava vitjað básin og víst áhuga fyri føroyskum bókmentum, føroyska málinum, føroyskari mentan og ikki minst Føroyum sum ferðamál, so hetta er ikki bara ein møguleiki hjá føroyskum rithøvundum og forløgum at profilera seg, men so sanniliga eisini hjá føroysku ferðavinnuni, sigur Birna Jacobsen.

Jenny Johannessen, sum er agentur fyri føroyskar rithøvundar og forløg undir heitinum Farlit, sigur, at áhugi er fyri føroyskum bókum í Norðurlondum, serliga Íslandi, men eisini í Kekkia.

Um tvær vikur fara føroyingar við 14 úrvaldum bókum á heimsins størstu bókamessu, sum er í Frankfurt. - Tá vænta vit, at týski og evropeiski áhugin kemur til sjóndar í størri mun enn her í Norðurlondum, sigur Jenny.

- Tað er ein røtt avgerð at verða við á bókamessuni í Göteborg, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og vísir á norska bókamarknaðin, sum er trupul at sleppa inn á.

- Fyri fyrstu ferð hava vit fingið gott samband við eitt minni norskt forlag, sum av álvara vil geva út føroyskar bøkur. Tílík forløg eru ikki á stórum bókamessum, men hvørt ár eru tey her. Og so sleppa okkara rithøvundar lættari til orðanna á bókamessuni í Göteborg. Tað ber ikki til á hinum størru messunum úti í heimi. Tí er rætt í fyrsta lagi at røkja norðurlendska marknaðin, men síðani eisini at røkja altjóða marknaðin í Frankfurt.

- Okur eiga at verða við á báðum støðum, hugsa í tveimum stigum, og í báðum førum fáa tað besta úr føroyskum bókmentum, sum hava nógv at bjóða altjóða marknaðinum, sigur Niels Jákup Thomsen.

Nógvir høvundar, norðurlendskir og altjóða, hava eisini vitjað føroyska bókabásin.

Kelda: www.portal.fo 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn