Bookmark and Share    
 

Útgávukonsert - yrkingar hjá Steinbjørn B. Jacobsen

2012-09-29 19:02

Vit vilja fegin bjóða tykkum til ókeypis útgávukonsert okkara, sunnudagin 30.09.2012 kl. 16.00 í Öström.

Hetta er í samband við at fløgan “ TUNGL “ kemur út 01.10.2012.

Fløgan er ognað pápa okkara, Steinbjørn B. Jacobsen, ið andaðist 12. Apríl 2012. Síðani hann fór, hava vit gjørt løg til og innsungið tíggju yrkingar hjá honum, sum okkum dáma serliga væl.

Við at kveikja nýtt lív í hesar útvaldu yrkingarnar, vilja vit heiðra minnið um pápa okkara á 75 ára degi hansara 30. September 2012.

Blíðar heilsur

Eyð B. Jacobsen og Kári L. Jacobsen.

 

Rithøvundafelag Føroya | Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn