Bookmark and Share    
 

Verkstova um stu­ulsm°guleikar

2012-09-20 19:49


Hósdagin 27. september kl. 14.00-17.00
verður skipað fyri einari verkstovu um stuðul og crowdfunding í Norðurlandahúsinum. Endamálið er at hjálpa listafólkum og íverksetarum at brúka Manymade sum pall til at fíggja og umsita teirra verkætlanir fyri einum breiðum norðurlendskum netverki.

Manymade, ið er ein nýggjur norðurlendskur crowdfunding pallur fyri list, mentan og nýskapandi tøkni, skal hjálpa listafólkum og skapandi íverksetarum at fremja teirra verkætlanir. Manymade og tvey umboð fyri CAKI (Center for Anvendt Kunstnerisk Innovation i København), koma í hesum sambandi til Føroya.

Málbólkurin er listafólk, íverksetarar og mentanarfeløg. Høvuðsumráðini hjá CAKI eru tvørfakligheit og listarlig nýskapan.

Hvat er crowdfunding?

Crowdfunding er, tá ein bólkur av fólkum er saman um at fíggja verkætlanir – nógv góð dømir eru uppá crowdfunding pallar á alnótini, sum hava hjálpt listafólkum og íverksetarum til at fremja teirra verkætlanir uttan hjálp frá almennum og privatum grunnum.

Endamálið við ferðini hjá Manymade og CAKI til Føroya er at vitja listafólk og mentanarstovnar. Hetta fyri at stovna samstarvsverkætlanir, og fyri at hjálpa listafólkum og skapandi íverksetarum í Føroyum til at brúka Manymade sum ein pall til at fíggja og umsita teirra verkætlanir fyri einum breiðum norðurlendskum netverki.

Manymade hevur eisini verið í Svøríki, Grønlandi og Finlandi á tílíkum ferðum, og seinast hevur eitt tiltak verið í samstarv við CKO á Nordatlantens Brygge.

Verkstovan verður sostatt við til at geva brúkarum betri innlit í stuðulsmøguleikar. Somuleiðis verður høvi at seta spurningar og netvirka um crowdfunding til teirra egnu verkætlanir.

Umboðini eru eisini til reiðar at kunna um arðar verkstovur og ráðstevnur, ið eru ætlaðar teimum listarligu útbúgvingunum í Norðurlondum.

Meiri kunning um hetta er í ENTRE NORD her:www.conferencemanager.dk/entrenord.

Ókeypis atgongd

 

www.manymade.org

www.kulturkontaktnord.org

www.caki.dk

ENTRE NORD her: http://www.conferencemanager.dk/entrenord.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn