Bookmark and Share    
 

Petur Jacob Sigvardsen ßttati ßr

2012-09-17 11:10

Hósdagin tann 13. september fylti Petur Jacob Sigvardsen áttati ár.

Umframt at hava verið ein góður lærari í føroyskum við eini glæsisligari yrkisleið sum útgevari av lærubókum í móðurmálinum til føroyska skúlaverkið, er Petur Jakku, eftir at hann hevur lagt frá sær og er vorðin ein emeritus, ein av stórvirknastu høvundum okkara. Hansara Gjáar søga í fýra bindum hevur fyri øllum føroyingum lýst heimbygdina so væl, at eingin onnur bygd hevur fingið so greidliga søgu sum hansara. Harumframt hevur hann skrivað heilar fimm bøkur um tann týdningarmikla part av grundarlagnum fyri tilveruni hjá okkum føroyingum í øldir, sum torvskurður og alt arbeiði kring hann hevur havt í øllum bygdum landsins. Lítið er at ivast í, at tað hann hevur lagt úr hondum í komandi tíðum kemur at vera ein brunnur, sum vísindamenn fara at søkja fyri at fáa at vita hvat ið hent er í Føroyum í hansara tíð.

Rithøvundafelagið skal ynskja honum tillukku við degnum.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn