Bookmark and Share    
 

Niels Jßkup Thomsen - 25 ßra starvsdagur

2012-08-28 09:37

Hósdagin 30. august kl. 14. verður móttøka í hølum Føroya Lærarafelags í Pedda við Steins Gøtu 9. 

Móttøkan er í sambandi við, at Niels Jákup Thomsen tann 1. august í ár hevði 25 ára starvsdag á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Niels Jákup tók útbúgving sum lærari í 1980 og hevur starvast tvey ár niðri í Danmark, tvey ár í Vágs skúla og í Eysturskúlanum í trettan ár.

Niels Jákup gjørdist blaðstjóri á Barnablaðnum í 1987, og fyri hetta fekk hann í 1994 Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs. Í grundgevingini varð sagt, at hann í fleiri ár hevði staðið fyri einum forvitnisligum, fjølbroyttum og dygdargóðum blaði.

Í 1997 tók hann við sum leiðari á Bókadeildini, eftir at Ingrið Sondum fór frá, og nú hann hevur starvast har í 25 ár, bjóðar Føroya Lærarafelag øllum at vera hjartaliga vælkomin til móttøkuna.

 

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn