Bookmark and Share    
 

Skjaldur Ý Nor­urlandah˙sunum

2012-08-16 17:58

Fríggjakvøldið tann 24. august kl. 19.30 verður bókin

"Skjaldur, rímur og ramsur"

løgd fram í Norðurlandahúsunum.

Tað er Marianne Clausen, sum hevur skrivað hesa bók, og hon hevur sjálv framløguna.

Í bókini eru øll tey føroysku skjaldur, sum til hevur borið at fingið fatur á. Nógv av hesum eru síðan 1902 sungin inn á fonograf og bond, og burtur úr hesum tilfari hevur Marianne valt 331 løg, sum hon hevur skrivað í nótum.

Við hesum verki hevur Marianne Clausen givið Føroya fólki eitt savn av skjaldrum, sum einki annað Norðurland kann bjóða síni tjóð. Tey søvn, sum eru aðrastaðni, fevna bert um partar av tilfeinginum, men her er alt komið við.

Á framløguni fara Wilhelmina Larsen og Kári Sverrisson at syngja skjaldur.

Bæði eru tey kend sum fremstu varðveitarar av hesum okkara forna mentanararvi.

Henda bók er tann fjórða í røðini sum Marianne Clausen hevur lagt úr hondum við løgum sum føroyingar í øldir hava brúkt í gleði og sorg.

Fyrsta bókin við kvæðaløgum kom í 2003. Síðan kom bókin við kingoløgum, og henni á baki bókin við løgunum sum vit hava brúkt til danskar vísur. Við hesi útgávu av Skjaldrum, rímum og ramsum er hetta verk lokið. Tey, sum áhuga hava fyri føroysku løgunum, hava nú fingið eitt mið, sum tey kunnu troyta so leingi fólk liva í hesum landi.

Eins og í øllum hinum trimum bókunum er eisini her eitt yvirlit yvir upptøkufólk, eins og eitt yvirlit yvir tey, sum sungið hava, eru komin við í bókina við myndum. Av tí at hetta er tann síðsta bókin, er eisini gjørt eitt heildaryvirlit yvir øll tey, sum hava lagt rødd til í øllum fýra bókunum, og tær broytingar, sum eru hendar síðan 1998, eru tí komnar við.

Eisini henda bókin hevur ein fródligan inngang, og til tess at útlendingar skulu fáa at vita hvussu ótrúligt bragd føroyingar hava gjørt við at varðveita fornu løgini, er føroyski teksturin týddur til enskt eins og í hinum trimum bókunum.

Bókin er 257 síður, og er innbundin. Hon hevur huldisliga kápumynd eftir Tróndi Paturssyni. Útgevari er forlagið Stiðin.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn